Uffe Ellemann-Jensen er deyður - 80 ára gamal

Fyrrverandi uttanríkisráðharrin og formaðurin í danska Vinstra flokkinum doyði í nátt eftir longri sjúkralegu

Uffe Ellemann-Jensen, sum her sæst á landsfundinum hjá Venstre í 2019, doyði stillisliga í nátt, skrivar Venstre í tíðindaskrivi. - Foto: Henning Bagger/Ritzau Scanpix

Tað upplýsir Venstre  í morgun.

Uffe Ellemann-Jensen gjørdist 80 ára gamal.

Eftir hann situr konan Alice, og tey fýra børnini, Claus, Helene, Karen og Jakob og tíggu abbabørn.

Í fjør greiddi Uffe Ellemann-Jensen Kristiligt Dagblad frá, at hann hevði fingið krabbamein aftur.

Mánadagin varð hann lagdur inn á Ríkissjúkrahúsið, og sonur hansara og núverandi formaður í Vinstra, Jakob Ellemann-Jensen, fór av fólkafundinum á Bornholm fyri at vera saman við pápa sínum.

Uffe Ellemann-Jensen hevði eina fortíð sum journalistur fyri DR og Børsen, áðrenn hann í 1977 kom í Fólkatingið og fekk ein leiðandi leiklut í donskum politikki.

Í 1982 gjørdist hann uttanríkisráðharri í stjórnini hjá Poul Schlüther, og tvey ár seinni formaður í Vinstra.

Uffe Ellemann-Jensen var uttanríkisráðharri, tá Danmark atkvøddi nei til Maastricht-sáttmálan, sum skuldi broyta EF samstarvi til ES samveldið.

Síðani var hann við til at fáa danska ES limaskapin upp á pláss við teimum fýra donsku undandøkunum fyri ES samstarvinum. Hóast tað, at honum als ikki dámdi undantøkini.

Tá danir 1. juni í ár skuldu atkvøða um at taka verjuundantakið, fegnaðist Uffe Ellemann-Jensen.

 

##med2##

– Eg havi bíðað í 30 ár, so tað var ein góð løta endiliga at kunna slapp av við hatta vánaliga undantakið, sum eg jú sjálvur var til at samráða upp á pláss. » Ih, det har naget mig i alle de år«, segði hann við TV 2 valdagin.

Tá Danmark segði nei til Maastricth-sáttmálan var tað samstundis sum Danmark vann evropameistaraskapið í 1992.

Í tí sambandinum er eisini eitt kent sitat frá Uffe Ellemann-Jensen, tá hann hitti evropiskar leiðarar:

– If you can't join them, beat them.

Í einum uppslag á Facebook skrivar Jakob Ellemann-Jensen um pápa sín:

– Hann var 80 ár, og hann livdi eitt langt og fantastiskt lív, har hann bæði náddi, upplivdi og ávirkaði meira enn tey flestu.

/ritzau/

 

Uffe Ellemann-Jensen, sum her sæst á landsfundinum hjá Venstre í 2019, doyði stillisliga í nátt, skrivar Venstre í tíðindaskrivi. - Foto: Henning Bagger/Ritzau Scanpix

Jakob Ellemann-Jensen saman við pápa sínum Uffe Ellemann-Jensen eftir formansvalið í Vinstra á eykalandsfundi í Herning Kongrescenter, leygardagin 21. september í 2019.