Ujpest venjarin sekkjaður

Alment er frágreiðingin, at Molnar ikki hevði neyðugu loyvini, men tað er sannlíkt, at avrikini móti KÍ høvdu sína ávirkan

Fótbóltur

Hóast klaksvíkingar - eins og føroysk lið vanliga gera - máttu siga farvæl við Europa eftir fyrsta undankappingarumfar, so var góða avrikið hjá KÍ ein dyggur smeitur hjá ungverska Ujpesti.
Einki er at ivast í, at bæði venjari, leikarar og ikki minst viðhaldsfólkini høvdu roknað við einum tryggum samanløgdum sigri móti føroysku umboðunum, men sum kunnugt, so gekk tað altso bara akkurát hjá Ujpesti at basa føroyingunum, og teir skulu vera glaðir um, at tað hóast alt endaði við sigri í Ungarn.
Nú tykist hetta eisini hava fingið avleiðingar í felagnum. Á heimasíðuni hjá KÍ vita tey í øllum førum at siga, at Ladislav Mólnar, nú er sagdur úr starvinum sum venjari hjá felagnum. Alment er frágreðingin, at hann ikki hevur neyðugu UEFA-góðkenningina, men tað er neyvan ov langt av leið at rokna við, at avrikini ímóti KÍ hava havt sín stóra leiklut í hesum.