Ukraina biður Sveis umboða landið í Moskva

Sveis hevur síðan russisku innrásina í Ukraina hin 24. februar sagt, at sendistovan hjá teimum í Moskva er til reiðar at umboða Ukraina.

Tíðindastovan NTB veit í kvøld at siga, at Ukraina hevur heitt á Sveis um at umboða landið diplomatiskt í Moskva. 

 

Tað upplýsir sveisiska uttanríkisráðið.

 

Sveis hevur síðan russisku innrásina í Ukraina hin 24. februar sagt, at sendistovan hjá teimum í Moskva er til reiðar at umboða Ukraina.

 

Men, landið leggur dent á, at ein slík skipan fyrst skal góðkennast av Russlandi.

 

Neutrala landið Sveis hevur drúgvar siðvenjur sum millumlið hjá londum, sum eru í stríði.

 

Í løtuni umboðar Sveis eitt nú USA í Iran og Iran í Kanada, eins og landið eisini er millumlið millum Georgia og Russland og millum Iran og Saudi Arabia.