Ukrainska tjóðartingið hevur tilnevnt Julija Svyrydenko til nýggjan forsætisráðharra landsins.
Tað veit Reuters at siga í morgun.
Hon tekur yvir eftir Denys Sjmyhal, sum verður nýggjur verjumálaráðharri í Ukraina.
Sambært Reuters hevur Julija Svyrydenko verið fyrsta varafólk hjá Denys Sjmyhal.