Verjumálaráðharrin í Ukraina, Oleksij Reznikov (mynd), hevur eins og forseti landsins, Volodymyr Zelenskyj, eitt brennandi ynski um, at Ukraina fær týskbygdar Leopard 2-stríðsvognar.

Ukraina hevði eina erliga samrøðu við Týskland

Verjumálaráðharrin í Póllandi, Mariusz Blaszczak, sigur, at hann framhaldandi fer at stríðast fyri, at Ukraina fær Leopard 2-stríðsvognar.

 

Verjumálaráðharrin í Ukraina, Oleksij Reznikov (mynd), hevur eins og forseti landsins, Volodymyr Zelenskyj, eitt brennandi ynski um, at Ukraina fær týskbygdar Leopard 2-stríðsvognar.

Sambært Reuters í dag hevði verjumálaráðharrin í Ukraina, Oleksij Reznikov, eina samrøðu við týska verjumálaráðharran, Boris Pistorius, um Leopard 2-stríðsvognarnar.

 

Hetta eru stríðsvognar, sum Ukraina leingi hevur ynskt sær, tí mett verður, at júst hesir kunnu fáa stóran týdning í royndini at reka russiska herin úr Ukraina.

 

Nógv fundarvirksemi hevur verið á Ramstein-flogstøðini í Týsklandi um, hvussu heimurin best kann hjálpa Ukraina í teirri støðu, sum landið er í eftir russisku hersetingina.

 

Sagt verður, at verjuovastar úr tilsamans 54 londum vóru samlaðir í Ramstein, og londini eru samd um at veita Ukraina stórar hjálparpakkar við hernaðarligari útgerð.

 

Men, tað hevur enn ikki eydnast Ukraina at fáa Týskland at ganga við til at lata landinum týskbygdar framkomnar Leopard 2-stríðsvognar.

 

Týskland stúrir nevniliga fyri, at ein slík veiting kann økja um spenningin í krígnum í Ukraina við teirri avleiðing, at onnur lond kunnu verða drigin upp í kríggið.

 

Verjumálaráðharrin í Póllandi, Mariusz Blaszczak, sigur, at hann framhaldandi fer at stríðast fyri, at Ukraina fær Leopard 2-stríðsvognar, og hann sigur seg vilja skipa eina samgongu millum lond, sum vilja taka undir við hesum.

 

Mariusz Blaszczak sigur seg vera sannførdan um, at ein slík samgonga um hesar stríðsvognar fer at føra við sær, at tað fer at eydnast at ganga ynskinum hjá Ukraina á møti.

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sum tosaði við fundarluttakararnar í Ramstein um netið, legði stóran dent á týdningin av, at Ukraina fær hesar nútímans stríðsvognarnar.

 

Tað er Reuters, sum ber hesi tíðindi frá fundinum í Ramstein.

 

##med2##

 

 

 

Verjumálaráðharrin í Ukraina, Oleksij Reznikov (mynd), hevur eins og forseti landsins, Volodymyr Zelenskyj, eitt brennandi ynski um, at Ukraina fær týskbygdar Leopard 2-stríðsvognar.

Týskland stúrir fyri, at ein veiting við Leopard 2-stríðsvognum kann økja um spenningin í krígnum í Ukraina.