Ukraina kann fara í upploysn

Tann politiska kreppan í Ukraina kann enda við, at landið fer í upploysn. Í landspartinum Donetsk hava myndugleikarnir gjørt av at spyrja fólkið, um landsparturin skal hava sjálvsstýri

Politiska kreppan í Ukraina hóttir nú við at syndra landið.

Tann 5. desember skulu veljararnir í landspartinum Donetsk har eysturi í landinum atkvøða um eitt uppskot um, at landsparturin skal hava størri sjálvsstýri. Uppskotið var til viðgerðar í landspartatinginum, og har atkvøddi ein stórur meiriluti fyri tí.

Samstundis tala aðrar røddir fyri, at allur tann eystari parturin av Ukraina skal loysa seg frá hinum partinum av landinum. Viktor Janukovitj, sum sambært myndugleikunum vann forsetavalið fyri átta døgum síðani, hevur stóra undirtøku har eysturi í landinum, men hann hevur kortini víst hugskotinum um loysing aftur. Tað sama hevur andstøðuleiðarin, Viktor Jusjtjenko, gjørt, og hann hevur kravt, at teir, sum standa aftan fyri loysingarætlaninar, verða revsaðir.

Vesturlendskir diplomatar í Kiev siga, at tað er als ikki óhugsandi, at Ukraina fer í tvíningar. Polski forsetin, Aleksander Kwazinievski, sum hevur roynt seg sum semingsmann, segði sunnudagin, at tann eystari parturin av Ukraina fer neyvan at góðtaka Jusjtjenko, verður hann forseti.

Í gjár fór hægstirættur í Kiev undir at viðgera kærurnar um valsvik á forsetavalinum næstseinasta sunnudag. Umframt kærur frá andstøðuni hevur rætturin fingið kærur frá útlendsku valeygleiðarunum.