Serliga á vári í 2022 var trýst á markinum hjá Ukraina ímót vesturi. Her eru familjur við børnum stúvað saman við eitt marknalið millum Ukraina og Pólland fyrst í apríl. (Arkivfoto). - Foto: Wojtek Radwanski/Ritzau Scanpix  

Ukraina: Kríggj í Evropa í tvey ár

Kríggið í tølum, milliardaútreiðslur og milliónir flýggja. Tvey ár eftir at Russland leyp á Ukraina eru tíggjutúsundtals dripin, og milliónir eru flýdd uttanlands.

 

Serliga á vári í 2022 var trýst á markinum hjá Ukraina ímót vesturi. Her eru familjur við børnum stúvað saman við eitt marknalið millum Ukraina og Pólland fyrst í apríl. (Arkivfoto). - Foto: Wojtek Radwanski/Ritzau Scanpix  

Kríggið í Ukraina hevur í tvey ár ført til stórar veitingar frá serliga Vesturheiminum, meðan fleiri milliónir flýggja, og deyðstølini millum bæði hermenn á vígvøllinum og sivila fólkið støðugt veksur.

Her er eitt yvirlit yvir nøkur tøl frá krígnum:

* 6,5 milliónir: So nógv fól eru flýdd úr Ukraina, síðani Russland gjørdi innrás í landið. Tey flestu eru farin til onnur lond í Evropa, meðan ein sløk millión sambært ST eru uttan fyri Evropa.

Talið av flóttafólki tilsamans, sum eru farin úr landinum, er um 15 prosent av fólkatalinum í Ukraina fyri kríggið.

Týskland og Pólland eru tey bæði londini, hagar flest ukrainar hava søkt sær skjól. Sambært nýggjastu tølunum eru ávikavist 1,14 milliónir og 960.000 ukrainskir flóttar í teimum báðum londunum. 

Til samanberingar eru umleið 37.000 ukrainskir flóttar í Danmark og um 200 í Føroyum.

Umframt teir ukrainar, sum eru farnir úr heimlandi sínum, verður mett, at slakar 3,7 milliónir eru flýdd innanlands í Ukraina.

* 10.000: Talið av sivilum, sum eru deyði undir krígnum.

Í veruleikanum hevur kríggið sambært seinastu uppgerðum hjá ST kostað fleiri enn 10.000 sivilum fólkum lívið, men tað neyva talið kenna vit ikki. Mett verður harumframt, at næstan 20.000 sivil eru særd.

* 315.000: So nógvir russiskir hermenn eru sambært amerikonskum upplýsingum dripnir ella særdir undir krígnum í Ukraina, segði tíðindastovan Reuters í desember í fjør.

Journalistar úr russiska andstøðumiðlinum MediaZona og deildini hjá bretska BBC í Russlandi staðfestu í januar eftir upplýsingum frá opnum keldum, at minst 42.284 russiskir hermenn eru deyðir í krígnum.

 

##med2##

Bæði tølini frá USA og MediaZona samsvara við metingar frá bretska verjumálaráðnum.

Talið av dripnum og særdum hermonnum er merkt av at tað skal haldast loyniligt og stórari óvissu.

Tað eru einki almenn tøl fyri talið av dripnum russiskum ella ukrainskum hermonnum, tá londini hava áhuga í at siga talið vera so lágt sum gjørligt. 

Hvat viðvíkur tapunum hjá Ukraina, verður mett í eini frágreiðing frá einum sivium ukrainskum kanningarbólki í november í 2023, at meira enn 30.000 ukrainskir hermenn eru deyðir í krígnum.

Fáar mánaðir frammanundan mettu amerikanskir embætismenn tó fyri New York Times, at út við 70.000 ukrainskir hermenn vóru deyðir.

* 800.000: Talið av hermonnum, sum Ukraina sambært landsins egnu upplýsingum hevur mobiliserað í krígnum ímóti Russlandi.

Russland gjørdi av í desember at styrkja russiska herin við 170.000 monnum, so hann nú telur 1,3 milliónir hermenn.

* 20 procent: Næstan so stórur partur av økinum hjá Ukraina er undir russiskum valdi. Og nøkulunda soleiðis hevur tað verið seinast árið, sjálvt um Ukraina hevur havt smærri sigrar.

Russiskt kontrolleraða øki fevnir um Krim hálvoynna, sum Russland tók í 2014, eins og økini Donetsk, Luhansk, Zaporizjzja og Kherson, sum Russland tók í oktober í 2022.

* 504 milliardir: Hesa upphædd í krónum hevur USA latið ella givið tilsøgn um at lata Ukraina sum vápn og aðrar hernaðarliga útgerð, humanitera hjálp og fíggjarligan stuðul síðan kríggið byrjaði.

USA er størsti einstaki hernaðarliga veitarin, meðan ES er tann størsti fíggjarlig veitarin.

Danmark hevur síðani kríggið byrjaði og til og við 2024 givið tilsøgn um at senda 36,3 milliardir krónur í hernaðarligum og sivilum stuðli til Ukraina.

* Seks prosent: Parturin av Btú (bruttotjóðarúrtøka), sum Russland ætlar at brúka upp á herin í 2024. Tað er lutvíst størsta upphædd til russisku verjuna nakrantíð í mun til støddina á btú.

Til samanberingar hava Nato-londini eitt mál um at brúka tvey prosent av teirra btú upp á verjuna, og Danmark fer at brúka 2,02 prosent av danska btú upp á hernaðarútreiðslur í 2024.

Ítøkiliga hevur russiska stjórnin markað 109 milliardir dollarar (749 milliardir krónur) til verjuna í 2024, meðan Ukraina fer at brúka 43,8 milliardir dollarar (301 milliard krónur) upp á sína verju.

Keldur: FN, UNHCR, Reuters, MediaZone, New York Times, Carnegie Endowment, Council on Foreign Relations, BBC, Kiel Institute for the World Economy, danska uttanríkisráðið.

/ritzau/

 


 

 

Serliga á vári í 2022 var trýst á markinum hjá Ukraina ímót vesturi. Her eru familjur við børnum stúvað saman við eitt marknalið millum Ukraina og Pólland fyrst í apríl. (Arkivfoto). - Foto: Wojtek Radwanski/Ritzau Scanpix  

Ein ukrainskur hermaður við eini granat undir einum álopi ímóti russiskum deildum í býnum Avdijivka. (Arkivfoto). - Foto: Viacheslav Ratynskyi/Reuters