Ukraina lopið á 12 russisk tangaskip í Azovhavinum

Volodymyr Zelenskyj sigur, at Ukraina loypur á Russland - langt inni í landinum - tí Russland dregur kríggið út og heldur fram við sínum álopum á Ukraina

Ukrainski herurin sigur seg hava lopið á tólv russisk tangaskip í Azovhavinum, sum er havið inni í botninum av Svartahavinum - millum Ukraina og Russland.

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur, at Ukraina eisini hevur lopið á oljugoymslur í russisku Tver-og Stavropol-regiónunum.

 

Tver-og Stavropol-regiónirnar liggja einar 500 kilometrar úr hermótinum í Ukraina.

 

Russland hevur ikki gjørt viðmerkingar til hesi seinastu ukrainsku álopini.

 

Volodymyr Zelenskyj sigur, at Ukraina leypir á Russland - langt inni í landinum - tí Russland dregur kríggið út og heldur fram við sínum álopum á Ukraina.

 

Ukrainski forsetin hevur sagt, at landið eisini hevur lopið á eina russiska oljupumpustøð í býnum, Ufa - og á ein oljuterminal í Rostov-regiónini.

 

Hetta skriva útlendskir miðlar í morgun, og hesin greinastubbi er endurgivin av heimasíðuni - www.tv2.no

 

##med2##

 

 

 

Azovhavið er havið inni í botninum av Svartahavinum - millum Ukraina og Russland