Ukraina nærkast Nato-limaskapi

Stuðulspakki frá Nato skal draga Ukraina nærri limaskapi í verjusamgonguni

Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivari (Mynd: Samuel Corum/Ritzau Scanpix)

Ukraina hoyrir heima í Nato, og tað verður undirstrikað á Nato-toppfundi í Washington í dag.

 

Nato-londini fara væntandi at semjast um at veita Ukraina ein hjálparpakk við fleiri tættum, og hesin hjálparpakki fer at draga Ukraina nærri Nato-limaskapi.

 

– Tey fimm stigini fara at byggja eina sterka brúgv millum Nato og Ukraina, sigur Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivari, sambært Ritzau.

 

Tíðindastovan skrivar, at fyrst og fremst fara Nato-londini at veita Ukraina umleið 300 milliardir krónur í stuðli um árið næstu árini.

 

Haraftrat fer Nato frameftir at standa fyri samskipan av hernaðarligum stuðli og venjing til ukrainska herin. USA hevur higartil staðið fyri hesum vegna tey meira enn 50 londini, ið stuðla Ukirana hernaðarliga í krígnum ímóti Russlandi.

 

Í gjár var boðað frá, at Ukraina fær fimm framkomnar loftverjuskipanir, sum skulu verja ímóti russiskum rakett- og dronuálopum. Væntað verður, at Ukraina fer at fáa játtan um meira útgerð á Nato-toppfundinum.

 

Nato-londini fara sambært Stoltenberg eisini at skriva undir eina trygdaravtalu við Ukraina. Hendan avtala skal veita trygd fyri, at hjálpin til Ukraina fer at halda fram.

 

Og sum tað seinasta fer Nato at gera eina venjingarstøð í Pólandi, har ukrainsk herfólk kunnu fáa venjing, so at tey vera før at samstarva við Nato-herlið.

 

– Eg eri sannførdur um, at Nato-londini fara at vátta, at Ukraina í framtíðini kann fáa limaskap í samgonguni, sigur Jens Stoltenberg sambært Ritzau.

 

Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivari (Mynd: Samuel Corum/Ritzau Scanpix)