Sambært ávísini, Financial Times, eru Ukraina og USA vorðin samd um eina mineralavtalu landanna millum.
Í Ukraina verður vónað, at avtalan kann viðvirka til, at viðurskiftini við Trump-umsitingina fara at gerast betri.
Vónin er eisini, at avtalan millum londini kann slóða fyri, at USA fer at veita Ukraina eina verjutrygd.
Financial Times skrivar, at Ukraina er til reiðar at undirskriva avtaluna um eina felags menning av sínum náttúruríkidømi.
Við í avtaluni eru eisini olja og gass, eftir at USA hevur slept kravinum um rættin til 500 milliardir dollarar í potentiellum inntøkum av náttúruríkidøminum í Ukraina.
Keldur siga við Financial Times, at Ukraina hevur samrátt seg fram til góðar treytir.
Vónin í Ukraina er eisini, at mineralavtalan fer at styrkja útlitini hjá landinum eftir trimum árum við kríggi.
Sagt verður, at eisini ukrainska ávísin, Ekonomitsjna Pravda, váttar, at Ukraina og USA eru samd um avtaluna, soleiðis sum hon nú fyriliggur.