Ukrainska netávísin, Hromadske, skrivar við keldum í lokalum miðlum í økinum, at 22 Wagner-hermenn lótu lív í álopinum og fýra vórðu særdir. Bygningurin stendur í ljósum loga.

Bumbaðu støð hjá Wagner-hermonnum

Útlendskir miðlar skriva í kvøld, at ukrainski herurin hevði bumbað eina støð hjá sonevnda Wagner-bólkinum, sum er privati herurin hjá Vladimir Putin.

 

 

Ukrainska netávísin, Hromadske, skrivar við keldum í lokalum miðlum í økinum, at 22 Wagner-hermenn lótu lív í álopinum og fýra vórðu særdir. Bygningurin stendur í ljósum loga.

Wagner-bólkurin verður ofta róptur privati herurin hjá russiska forsetanum, Vladimir Putin. 

 

Sambært guvernørinum í Luhans-regiónini, Serhij Hajdaj, hevur tað eydnast ukrainska herinum at oyðileggja eina av støðunum hjá Wagner-bólkinum í býnum, Kadijivka. 

 

Heilt síðan 2014, tá Russland tók ukrainsku Krim-hálvoynna í Svartahavinum, hevur býurin har eysturin í Ukraina verið í valdinum hjá russiskum loysingarfólkum.

 

- Eldur kom í støðina hjá Wagner-bólkinum, skrivar guvernørurin á Telegram, sum eisini hevur lagt filmsbrot út á netið av bygningi í ljósum loga. 

 

Newsweek, sum er ein av miðlunum, ið hava skrivað um ukrainska álopið, sigur, at tey hava verið í samband við russiskar myndugleikar, men her vil eingin vátta tíðindini.

 

Ukrainska netávísin, Hromadske, skrivar við keldum í lokalum miðlum í økinum, at 22 Wagner-hermenn lótu lív í álopinum og fýra vórðu særdir.

 

Myndir, sum hava verið at sæð í lokalum miðlum, vísa, at økið, har Wagner-bólkurin skal hava havt støð, liggur í sori.

 

Hin 28. mars skrivaði bretska verjumálaráðið, at Wagner-bólkurin hjálpr Russlandi við krígsførsluni í Ukraina.

 

- Orsakað av stórum tapum og stagnatión í russisku krígsførsluni, hava russar helst kent seg noyddar at biðið um hjálp frá Wagner-hermonnum, skriva útlendskir miðlar í kvøld.

 

 

 

Ukrainska netávísin, Hromadske, skrivar við keldum í lokalum miðlum í økinum, at 22 Wagner-hermenn lótu lív í álopinum og fýra vórðu særdir. Bygningurin stendur í ljósum loga.