Ukraina skotið 13 álopsdronur niður

Tað gongur betur hjá Ukraina at verja seg ímóti russiskum dronuálopum, síðan landið fekk loftverjuskipanir úr vesturheiminum.

Ukrainska loftverjan sigur á Telegram, at tey í nátt skutu niður 13 russiskar álopsdronur, samstundis sum loftávaring ljóðaði í stórum pørtum av landinum.

 

Sagt verður, at hetta vóru dronur, sum eru framleiddar í Iran. 

 

15 slíkar dronur vóru í luftini í Brjansk-regiónini í ein landnyrðing úr høvuðsstaðnum, Kyiv, og tað eydnaðist ukrainsku loftverjuni at skjóta 13 av hesum niður.

 

Sambært leiðaranum í hernaðarligu umsitingini í Kyiv, Sergij Popko, høvdu dronurnar kós móti høvuðsstaðnum, men eingin teirra rakti mál, og eingin persónsskaði var.

 

Tíðindastovan NTB veit at siga, at í morgun hevur loftávaring ljóðað í Kyiv í fleiri tímar.

 

- Tað gongur betur hjá ukrainsku loftverjuni at verja seg ímóti russiskum dronuálopum, síðan landið fekk loftverjuskipanir úr vesturheiminum, verður lagt aftrat.