Ukraina snýtti Australia

Hóast fakfólkini høvdu Australia sum greiðan vinnara av European Song Contest, vildu milliónir av europeiskum sjónvarpshyggjarum tað øðrvísi og góvu Ukraina sigurin

Framman fyri eygunum á 200 milliónum av sjónvarpshyggjarum kring allan knøttin streyk Ukraina avstað við sigrinum í stórfingnu og stak undirhaldandi finaluni í europeisku sangkappingini, European Song Contest, sum var í Globen í Stockholm.

Australia var annars nógv fremst, eftir at fakfólkini høvdu givið síni stig, og hóast tey flestu væntaðu, at annaðhvørt Australia ella Russland fór at vinna, gjørdu hyggjararnir bart, tá teir sluppu framat, og skumpaðu Ukraina fram um Australia, sum harvið vann fyri aðru ferð.

– Eg vil fegin bera øllum frið og kærleika, var tað einasta, bilsni vinnarin úr Ukraina, sangarinnan Jamala, fekk fram, áðrenn hon enn einaferð slapp at syngja vinnarasangin “1944”, sum snýr seg um hvussu 200.000 Krim-tatarar blivu tvingsilsfluttir til Mið-Asia, eftir at teir vóru lagdir undir at hava samstarvað við nazistarnar undir krígnum.

Hetta stríð hevur síðani tá verið sum ein steinur í skónum í viðurskiftunum millum Ukraina og Russland og er tað framvegis eftir russisku hertøkuna av Krim so seint sum í 2014. Av tí sama hevur sangurin hjá Jamala verið umrøddur sum ein hin mest umstríddi í kappingini hesaferð.

Endaliga úrslitið millum tey fremstu bleiv, at Ukraina fekk 534 stig, Australia 511 og Russland 491. Men undan hyggjaraatkvøðunum vendi myndin heilt øðrvísi, tí tá hevði Australia 320 stig, Ukraina 211, Frakland 148, Malta 137 og Russland 130 stig. Hyggjararnir hildu við øðrum orðum ikki tað sama sum fakfólkini og fingu eisini seinasta orðið í uppteljingini.