Ukraina viðgongur álop á russiskar flogstøðir

Sambært útlendskum keldum fingu tvey flogfør skaða í álopinum á Engels-flogstøðina, og tað eina av hesum flogførum hevur verið brúkt í rakettálopum á Ukraina.

New York Times veit í kvøld at siga, at Ukraina í dag hevur lopið á fleiri russiskar hernaðarligar flogstøðir við dronum, og tað eru sambært ávísini høgtstandandi ukrainskir tænastumenn, sum vátta tíðindini.

Í dag varð sagt frá spreingingum við ella á flogstøðini í russiska býnum, Engels í Saratov-regiónini í Russlandi. Engels liggur umleið 46 míl í loftlinju úr markinum til Ukraina.

 

Sambært New York Times eru ukrainsku álopini framd við dronum, sum eru sendar avstað úr Ukraina. Russisku myndugleikarnir siga, at í minsta lagi trý fólk lótu lív, og seks eru løstað í álopunum.

 

Ávísin skrivar, at ukrainsku álopini geva ábendingar um, at Ukraina saktans kann leypa á hernaðarstøðir í "hjartanum" av Russlandi. Álopini vísa eisini, at Ukraina megnar at leypa á mál inni í Russlandi.

 

Russland hevur lagt Ukraina undir at hava framt álopini, og nú verður hetta sambært New York Times eisini váttað at høgtstandandi ukrainskum tænastumonnum.

 

Í tíðindaskrivi í dag sigur russiska verjumálaráðið, at Ukraina hevur lopið á Djagilevo-flogstøðina í Rjazan-regiónini og á Engels-flogstøðina í Saratov-regiónini.

 

Russar siga, at ukrainsku dronurnar vórðu skotnar niður, men at vrakrestir duttu niður og sprongdust á flogvøllinum.

 

Sambært útlendskum keldum fingu tvey flogfør skaða í álopinum á Engels-flogstøðina, og tað eina av hesum flogførum er eitt bumbuflogfar, sum hevur verið brúkt í russiskum rakettálopum á Ukraina.