Ukraine mælir til, at ST og Reyði Krossur slepp at kanna, hví fleiri enn 50 krígsfangar doyðu í einum álopi á eitt fongsul í eystara parti av landinum.
Tað skrivar bretska BBC.
Reyði Krossur upplýsir, at tey royna at fáa atgongd til fongslið fyri at hjálpa við at flyta burtur og viðgera særd.
Tann prorussiski loysingarleiðarin í økinum, Denis Pusjilin, segði í gjár, at fongslið hevði 193 fangar.
Ukraina og Russland ákæra hvønn annan fyri at hava framt álopið.
Hvat ítøkiliga er farið fram í fangalegurin nærindis býnum Olenivka, sum russiskt stuðlaða fólkarepublikkin Donetsk hevur valdið á, er ógreitt.
Russiska verjumálaráðið segði í gjár, at fangalegan varð rakt av ukrainskum presisjónsrakettum, meðan Ukraina leggur Russland undir at hava framt álopið.
Sambært Ukraina var álopið ein roynd frá russiskari síðu at oyðileggja prógv um píning og dráp.
Volodymyr Zelenskyj, forseti, lýsir hendingina sum »eina tilvitaða russiska krígsbrotsgerð«.
– Vápnaðu deildirnar hjá Russiska samveldinum framdu eitt málrættað álop á fongslið við býin Olenivka í Donetsk, har ukrainskir fangar eisini vóru, søgdu ukrainskir hernaðarleiðarar í gjár.
– Á henda hátt hava russisku hersetarar fylgt sínum kriminella máli: at ákæra Ukraina fyri at hava framd krígsbrotsgerðir og fyri at krógva sínar avrættingar og píning av fangum, verður sagt.
Afturhildnu persónarnir í fongslinum sigast at hava verið limir í sonenvdu Azov-herdeildini.
Limirnir í herdeildini góvu seg yvir í maimánaði og vórðu tiknir til fanga av russisku deildunum eftir at hava vart eina stálverksmiðju í havnarbýnum Mariupol í fleiri vikur.
Russland hevur lýst limirnar í herdeildini sum »nýnazistar og krígsbrotsfólk«, skrivar BBC.
/ritzau/