Ukraina vil ikki lata Russlandi landaøki

Tjóðartingið í Ukraina hevur atkvøtt fyri einum uppskoti hjá forsetanum, Volodymyr Zelensky, um at leingja hernaðarligu undantaksstøðuna í landinum í tríggjar mánaðir.

Í dag hevur Ukraina lagt dent á, at landið fer ikki at lata landaøki frá sær til Russland. Útsøgnin kom samstundis, sum Russland herðir álopini har eysturi og suðuri í Ukraina.

 

Reuters veit at siga, at hugburðurin hjá Ukraina seinastu vikurnar er vorðin meira avgjørdur, samstundis sum russiski herurin ikki hevur gjørt nøkur serlig frambrot í krígnum. 

 

- Kríggið má enda við, at Ukraina fær síni landaøki aftur, og at sjálvræði verður varðveitt, segði stápsleiðarin hjá ukrainska forsetanum, Andrij Jermak, á Twitter í dag.

 

Í dag hevur tjóðartingið í Ukraina atkvøtt fyri einum uppskoti hjá forsetanum, Volodymyr Zelensky, um at leingja hernaðarligu undantaksstøðuna í landinum í tríggjar mánaðir.

 

Soleiðis verður undantaksstøðan fyribils galdandi fram til 23. august, og tað er dagin fyri, at Ukraina plagar at hátíðarhalda dagin, tá landið gjørdist leyst av Sovjet.

 

Tað var eftir russisku innrásina hin 24. februar í ár, at Ukraina setti í verk hernaðarliga undantaksstøðu, sum gevur herinum víðkaðar heimildir, samstundis sum frælsi borgarans er skert.

 

Undantaksstøðan merkir eitt nú, at menn í aldrinum, 18 til 60 ár, sum eru førir fyri at fara í kríggj, ikki kunnu fara av landinum.