Tíðliga í morgun sóust rakettir, sendar úr Belgorod-økinum í Russlandi. Myndin er tikin í næsta størsta býi í Ukraina, Kharkiv, sum liggur lutfalsliga stutt frá russiska markinum.

Ukrainar skutu 34 russiskar rakettir niður í nátt

- Russland fer at verða dømt sum yvirgangsland, sigur skrivstovuleiðarin hjá ukrainska forsetanum, Andrij Yermak.

 

Tíðliga í morgun sóust rakettir, sendar úr Belgorod-økinum í Russlandi. Myndin er tikin í næsta størsta býi í Ukraina, Kharkiv, sum liggur lutfalsliga stutt frá russiska markinum.

Russar hava í nátt og í morgun lopið á fleiri býir í Ukraina við dronum og rakettum, og sambært ukrainskum myndugleikum vóru álopini serliga vend ímóti undirstøðukervinum í landinum.

 

Í býunum, Kharkiv, Odessa, Mykolaiv, Vinnytsia og Dnipro, eru fráboðanir um spreingingar, veit tíðindastovan Reuters at siga.

 

Guvernørurin í Lviv-landslutinum har vesturi í Ukraina, Maksym Kozytskyj, upplýsir eisini sambært tíðindastovuni AFP í morgun, at har eru fýra fólk deyð í russiskum álopum, tveir menn og tvær kvinnur.

 

Fólk hava mist streymin ymsastaðni í Ukraina, og AFP sigur, at 40 prosent av íbúgvunum í høvuðsstaðnum hava ongan hita.

 

Ukrainsku myndugleikarnir upplýsa, at 34 av teimum tilsamans 81 russisku rakettunum, sum vórðu skotnar móti ukrainskum býum, vórðu skotnar niður av ukrainsku loftverjuni.

 

- Dagurin fer at koma, tá russiski forsetin, Vladimir Putin og hansara hjálparfólk, verða ábyrgdað fyri sínar gerðir, sigur ukrainski uttanríkisráðharrin, Dmytro Kuleba.

 

Borgarstjórin í Kyiv, Vitalij Klitsjko, sigur, at ukrainar alla síðstu nátt vórðu terroriseraðir av russiskum rakettum um alt landið. 

 

- Hetta var eitt av drúgvastu álopunum síðan krígsbyrjan. Putin leyp á okkum við kamikaze-dronum og ymiskum rakettum, sigur borgarstjórin í ukrainska høvuðsstaðnum.

 

Ukrainskir myndugleikar hava upplýst fyri tíðindastovuni AP, at tilsamans fimm fólk higartil eru staðfest deyð í russisku álopunum í nátt og í morgun, umframt at fleiri eru løstað.

 

Borgarstjórin í næst størsta býi í Ukraina, Kharkiv, sigur, at býurin hvørki hevur streym, vatn ella hita eftir russisku rakettálopini.

 

- Tað er einki el í øllum býnum. Vit brúka aggregat, har tørvurin á streymi er størstur, sigur borgarstjórin, Igor Terekhov, við eina lokala sjónvarpsrás.

 

Forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, sigur í morgun, at russiska hersetingarvaldið megnar bert at fremja yvirgang móti sivilfólki í Ukraina. 

 

Andrij Yermak, skrivstovuleiðari hjá ukrainska forsetanum sigur, at Russland ger seg inn á friðarligar ukrainskar íbúgvar, og hann leggur aftrat, at Russland fer at verða dømt sum yvirgangsland.

 

 

 

 

 

Tíðliga í morgun sóust rakettir, sendar úr Belgorod-økinum í Russlandi. Myndin er tikin í næsta størsta býi í Ukraina, Kharkiv, sum liggur lutfalsliga stutt frá russiska markinum.