Sambært tíðindastovuni AFP høvdu ukrainskar herdeildir í gjár ræðið á í minsta lagi 800 ferkilometrum av russiskum øki í Kursk-landslutinum, sum hevur mark til Ukraina.
AFP byggir sína greining á upplýsingar hjá Institute for the Study of War (ISW), sum neyvt fylgir gongdini í stríðnum millum Russland og Ukraina.
Tað var fyri júst einari viku síðan, at ukrainskar herdeildir tóku seg inn í russiska Kursk-landslutin, og her hava herdeildirnar tikið ræðið á fleiri bygdum og býum.
Sambært russiskum myndugleikum eru í minsta lagi 120.000 fólk flutt burtur úr økinum, har bardagar eru millum ukrainskar og russiskar herdeildir.
Hernaðarleiðarin í Ukraina, Oleksandr Syrskyj, segði í gjár, at ukrainski herurin hevur tikið fleiri enn 1000 ferkilometrar av russiskum landaøki.
Á hinari síðuni søgdu russisku myndugleikarnir, at talan kanska er um helmingin av tí landaøki, sum ukrainar siga.
##med2##
Í gjár visti so Institute for the Study of War sambært AFP at siga, at ukrainar í minsta lagi høvdu ræðið á 800 ferkilometrum av russiskari jørð.
Guvernørurin í Kursk-landslutinum, Aleksej Smirnov, segði í gjár, at 120.000 russiskir borgarar eru fluttir úr økinum.
Hann legði aftrat, at ukrainsku herdeildirnar higartil hava tikið tilsamans 28 býir og bygdir í økinum.