Eitt russiskt álop ímóti einum marknaði í eystara Ukraina hevur í fag dripið í minsta lagið 17 fólk – teirra millum eitt barn. Fleiri onnur vórðu særd.
Tað upplýsa ukrainskir myndugleikar sambært tíðindastovuni AFP:
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur álopið vera tilvitað og »ræðuligt«.
– Ein vanligur marknaður. Eitt apotek. Menniskju, sum einki galið gjørdu skeivt. Nógv særd, sigur Zelenskyj á sosialum miðlum sambært AFP.
Álopið rakti eystara Ukraina í býnum Kostjantynivka, sum er einar 100 kilometrar norðan fyri Donetsk og yvir 500 kilometrar eystan fyri høvuðsstaðin, Kyiv.
Álopið varð framt sama dag, sum Ukrain hevði vitjan frá fleiri framstandandi politikarum úr vesturheiminum.
Mette Frederiksen, forsætisráðfrú í Danmark, hevur tosaið í ukrainska tjóðartinginum. Eisini amerikanski uttanríkisráðharirn, Antony Blinken er í Kyiv.
##med2##
Ukrainskir embætismenn hava á sosiala miðlinum telegram deilt eina video, sum vísir eina ógvusliga spreingin í einum handilsgøtu. Síðani detta fleiri fólk, meðan onnur royna at søkja skjól.
Lokalir miðlar lýsa sambært tíðindastovuni Reuters hendinga sum eitt missilálop.
– Tey løgdu alt í oyði. Allar handilsrútarnar. Alt varð spreitt í allar ættir, sigur eygnavitni við AFP.
– Takka Gudi fyri, at vit eru á lívi. Men genturnar, sum stóðu og seldu,eru allar deyðar, sigur eygnavitnið.
Umframt tey dripnu eru minst 32 særd í álopinum, sigur innanríkisráðharrin Ihor Klymenko.
á Telegram hevur hann deilt myndir av bjargingarfólki, sum fer gjøgnum leivdirnar og bera lík í svørtum sekkum.
Zelenskyj forseti sigur eftir álopið:
– Vit skulu sigra á hesum russiska óndskapinum sum skjótast.
Kostjantynivka eru ikki so langt frá økjum, har kríggið er. Býurin er soleiðis umleið 30 kilometrar frá Bakhmut, har tað hava verið ógvuslilgir bardagar.
/ritzau/