Í morgun veit russiska tíðindastovan, Ria, at siga, at Ukraina hevur framt álop í Russlandi.
Tað er guvernørurin í Kursk-regiónini, Roman Starovojk, sum er kelda til tíðindini.
Guvernørurin sigur, at tilsamans 11 rakettir eru skotnar eftir málum í økinum, og her eitt nú ein orkustøð rakt.
Eingin skal vera deyður í álopunum.
Sambært útlendskum miðlum í morgun eru tíðindini um ukrainsku álopini í Russlandi ikki váttað av óheftum keldum.
Seinastu tíðina hevur Russland framt eina røð av álopum móti sivila undirstøðukervinum í Ukraina.
Álopini hava ført til, at stórir partar av landinum hava ligið uttan el, hita og vatn.