Ukrainskar herdeildir tikið seg inn í Russland

Í gjár, í nátt og í dag hava harðir bardagar verið í russiska Kurskøkinum

Eini sundurskotin hús í russiska býnum Suzjda, einar 500 km eystanfyri Moskva. Harðir bardagar millum ukrainskar og russiskar eindir hava verið í økinum.

Í einum stórum álopsátaki, sum byrjaði í gjár, hevur ukrainski herurin tikið seg inn í russiska Kurskøkið. Tað skriva russiskir og ukrainskir miðlar í dag.

 

Russiska verjumálaráðið boðar í dag frá, at stríð í løtuni er millum russiskar og ukrainskar eindir í Kurskøkinum, tætt við russiskt-ukrainska markið. Vladimir Putin kallaði álopið fyri eina "stóra provokatión", meðan ukrainskir myndugleikar onki hava sagt.

 

“Loftálop, rakettir, granatir og hernaðarlig átøk hjá eindum, sum verja ríkismarkið, forðaðu fíggindanum at taka seg langt inn í russiskt øki,” segði russiska verjumálaráðið í eini fráboðan fyrr í dag. 

 

Verjumálaráðið segði eisini, at bardagarnir halda fram, og at russiskar eindir longu høvdu lagt 50 ukrainsk hernaðarakfør í oyði, herundir sjey stríðsvognar og átta stálstyrkt manningarakfør.

 

Russiskir hernaðarbloggarir hava boða frá hørðum bardøgum, og summir hava ført fram, at Ukraina hevur latið eitt nýtt hermót upp.

 

“Bardagarnir fara at vera harðir,” segði Jurij Podoljaka, ein prorussiskur bloggari. “Teir fara avgjørt ikki at steðga í bræði”.

 

“Sama um fíggindin brýtur ígjøgnum ella ei (og ongin kann sum er vera vísur í nøkrum), so koma  granat- og dronuálop. Í stórum tali,” sigur Podoljaka sambært Reutuers.

 

Sambært Aleksej Smirnov, virkandi guvernøri í Kursk, var vóru rakett- og dronuálop í økinum í nátt, og hann eggjaði sivilum at krógva seg burtur frá vindeygum.

 

“Orsaka av støðuni á markinum eru heilsustovnar í ferð við at fylla upp aftur goymslurnar av blóði, segði Smirnov, sum legði afturat, at ein flytifør støð til blóðgevar fór at verða sett fram í Kurskbýi. Størsta landkríggið í søguni fór fram sunnanfyri Kurskbý undir seinna heimsbardaga.

 

Kyjiv og Moskva hava ferð eftir ferð sagt, at álop teirra ikki miðja eftir sivilum, hóast heilt nógv sivil eru deyð í krígnum. Smirnov vildi vera við, at ein ukrainsk drona rakti ein sjúkrabil uttanfyri býin, og at førarin doyði og ein lækni kom til skaða.

 

Ein ortodoksur prestur greiddi frá, at ukrainskar granatir høvdu set eld á eina kirkju og aðrar bygningar í einum kleystri uttan fyri býin Sudzja, men at ongin var komin til skaða.

 

Hálvhernaðarligar eindir, sum stríðast á ukrainsku síðuni, tóku seg inn í russisku regiónirnar Belgorod og Kursk fyrr í ár. Hetta elvdi til eitt umfatandi russiskt mótálop, ið hevði til endamáls at skera ein buffara út í norðureystur Ukraina.

 

Eini sundurskotin hús í russiska býnum Suzjda, einar 500 km eystanfyri Moskva. Harðir bardagar millum ukrainskar og russiskar eindir hava verið í økinum.