Í dag verður váttað, at ukrainsku hermenninir hava tikið seg úr býnum, Lysytsjansk, har eysturi í Ukraina, og at russiska hersetingarvalið nú hevur fult tamarhald á býnum.
Úr ukrainska høvuðsstaðnum verður í kvøld sagt, at tað hevði fingið "fatalar avleiðingar" fyri ukrainsku hermenninar, um teir hildu fram við stríðnum ímóti russiska hersetingarvaldinum í býnum.
Russiski herurin hevur nú eftirlit við øllum Luhansk-fylkinum í Donbas-regiónini har eysturi í Ukraina.
Amerikanska tankasmiðjan, The Study of War, heldur, at Lysytsjansk longu fall í russiskar hendur í gjár, tó at ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, so seint sum fyrr í dag ikki vildi viðganga, at ukrainski herurin var farin úr býnum.
Sambært tíðindastovuni NTB sigur The Study of War, at russiskir hermenn longu í gjár spákaðu róligir í gøtunum í býnum.