Framgongdin hjá ukrainska herinum hesar dagar svarar til meginpartin av tí landaøki, sum russar megnaðu at taka frá Ukraina allar desember 2025. Hetta veit tíðindastovan AFP at siga, og keldan er amerikanski stovnurin, Study of War, stytt ISW.
Verdens Gang skrivar eisini um ukrainsku framtøkini á hermótinum.
Sagt verður, at hetta er størsta framgongdin hjá ukrainska herinum, síðan ukrainar tóku russar á bóli við einum stórum átaki á sumri í 2023.
- Økini, sum ukrainski herurin tók aftur frá russum hesar dagarnar, liggja í høvuðsheitum einar 80 kilometrar eystan fyri býin, Zaporizjzja, og hetta er í einum øki, har russar hava havt framgongd síðan á sumri í 2025.
Tað var hin 15. februar, at ISV visti at siga, at ukrainski herurin hevði rikið russar út úr fleiri bygdum í einum útnyrðing úr, Huljajpole. Ukrainski herurin var eisini farin um ánna, Haichur og hevði tikið bygdina Dobropillya aftur frá russum.
Sagt varð herfyri, at ukrainski herurin nú flytir seg eysturyvir úr bygdini, Dobropillya.
Verdens Gang veit at siga, at í einum øðrum øki í einum útnyrðing úr Dobropillya hevur ukrainski herurin eisini rikið russar út úr fleiri bygdum.
- Ukrainsk mótálop hava steðgað framtøkunum hjá russiska herinum á einum týdningarmiklum hermóti vestanfyri bygdina, Huljajpole.
##med2##
Á hinari síðuni verður sagt, at tað hevur eydnast russum at taka seg 1,2 kilometrar fram sunnanfyri bygdina, Zaliznychne.
Við støði í upplýsingum hjá Study of War er niðurstøðan í greiningini hjá tíðindastovuni AFP, at ukrainski herurin tilsamans hevur tikið 201 ferkilometrar av landaøki aftur frá russum frá mikudegi til sunnudagin í síðstu viku - ella fyri einari viku síðan.
Hvat síðan er hent á hermótinum um hesar leiðir millum stríðandi partarnar í Ukraina, hevur ikki eydnast okkum at fingið at vita.











