Ukrainski verjumálaráðharrin, Oleksij Reznikov, tosaði í dag á skíggja á ídnaðarráðstevnuni í Raufoss í Noregi.
Her takkaði hann eitt nú Noregi fyri stuðul, síðan landið varð álopið av Russlandi hin 24. februar í ár.
- Eg vil brúka hetta høvi at vísa mítt takksemi til tjóðina, Noreg og tess stjórn, fyri tykkara óvikandi stuðul til Ukraina, segði verjumálaráðharrin í sínari røðu sambært samskiftisstovninum, BCW.
Á ráðstevnuni, har luttakararnir fylgdu Oleksij Reznikov á skíggja, var eitt nú norski vinnulívsráðharrin, Jan Christian Vestre og stjórin í Norsk Industri, Stein Lier-Hansen, hjástaddir.
- Eina serliga tøkk vil eg veita starvsfólkunum á vápnaverksmiðjuni, Raufoss og teimum, sum annars starvast í norska verjuídnaðinum.
##med2##
Ukrainski verjumálaráðharrin segði, at vápnahjálpin, sum landið hevur fingið úr Noregi, gevur nýggjar møguleikar og er eitt stórt íkast til trygdina í Evropa, og í hesum sambandi nevndi hann eisini framleiðaran, Nammo.
- Vápnaframleiðarin Nammo er nevniliga størsta fyritøkan í Raufoss, veit tíðindastovan, NTB, at siga.