Ukrainskur ráðgevi: Putin kom fyri at síggja oyðilegging og gravir

Brotsmaðurin vendir altíð aftur til gerningsstaðið, sigur forsetaráðgevi um vitjan Putins í Mariupol

 

Russiska sjónvarpsstøðin Russian VGTRK vísti í dag upptøkur av vitjanini hjá Putin í Mariupol í Ukraina, sum Russland hevur hersett - Foto: -/Ritzau Scanpix

Ukrainski forsetaráðgevin Mykhajlo Podoljak sigur um óvæntaðu vitjan Putins í Mariupol, býnum, sum Russland hevur hertikið, at »brotsmaðurin vendir altíð aftur til gerningsstaðið«.

– Maðurin handan drápini á fleiri túsund familjur í Mariupol er vendur aftur at fyri at njóta sjónina av oyðileggingum og grøvum. Hetta vísir kensluloysi og vandandi angur, skrivar Podoljak í eini tweet-viðmerking.

Russiskar tíðindastovur skrivar, at Putin fleyg til Mariupol í tyrlu dagin eftir, at hann var á Krim. Hann koyrdi runt í fleiri býarpørtum í Mariupol og vitja eina lokala familju.

Putin var í gjár á Krim undir eini vitjan, sum skuldi hátíðarhalda níggju ára dagin fyri, at Russland innlimaði Krim í Russland. Tað skrivar ríkissjónvarpið í Russlandi.

Vitjanin á Krim var heldur ikki frammanundan almannakunngjørd. Russiski leiðarin vitjaði ein listaskúla í býnum Sevastopol. Guvernørurin á Krim, Mikhail Razvozjajev fylgdi Putin á ferðini.

Tað var tann 18. mars í 2014, at Putin skrivaði undir skjal í Moskva og innlimaði Krim í Russiska Samveldið.

Vitjanin er fáar dagar eftir, at altjóða revsidómstólurin ICC sendi út eini handtøkuboð um Putin fyri krígsbrotsgerðir.

Mariupol, sum er í Donetsk-landspartinum, varð kringsettur av russiskum deidlum í fleiri mánaðir, áðrenn býurin fall í mai. Hertøkan av býnum var fyrsti sigur hjá Russlandi í krígnum.

Tað er fyrstu túrur Putins í Donbas-landspartinum. Tað er tað nærmasta, sum russiski forsetin hevur verið hermótinum í krígnum, síðani hann gav boð um innrásina 24. februar í fjør.

Stríðið um Mariupol var eitt tað blóðugsta í krígnum.

Ukrainsku myndugleikarnir hava áður mett, at minst 25.000 fólk doyðu í bardaganum um býin, og at millum 5.000 og 7.000 teirra doyðu í leivdunum av sundurbumbaðum húsum.

Umleið 90 prosent av íbúðunum í býnum eru sambært ST lagdar í oyði.

 

 

Russiska sjónvarpsstøðin Russian VGTRK vísti í dag upptøkur av vitjanini hjá Putin í Mariupol í Ukraina, sum Russland hevur hersett - Foto: -/Ritzau Scanpix