Ulrich funnið formin

Týski súkklumaðurin Jan Ulrich hevur verið fyri hørðum atfinningum í ár. Orsøkin er, at úrslitini hjá honum í ymiskum súkklukappingum hava ikki verið av teimum bestu. Yvirvekt og manglandi fokus hava verið millum atfinningarnar ímóti týska súkklaranum, men nú hevur pípan fingið annað ljóð. Ulrich vann sunnudagin einkultstartin í kappingini Kring Sveis, og hann tóktist betur fyri enn nakrantíð áður í ár. Í næstum verður stóra súkkukappingin Tour de France hildin, og líkt er til, at Ulrich er við at gerast klárur til kappingina.