Góðu næmingar
Fara tykkara oldurolduroldurommu- og abbabørn eisini at spæla SIMS og Playstation?
Fer "Pigen er min" hjá Cool Kids at vera líka vælumtókt um 200 ár?
...
Hugsa tær. Fyri næstan 200 árum síðani skrivaði H.C. Andersen eina søgu um happing. Ja, tá í tíðini kallaðu tey tað ikki happing, men mishátti dunnuungin bleiv jú happaður. Tað lesa vit í ævintýrinum í dag, tí vit vita, hvussu dunnuungin hevur tað, tá hann verður skúgvaður burtur og øll eru eftir honum.
H.C. Andersen skrivaði eisini um dreymar um ríkidømi og kærleika. Vit kenna tað aftur í "Eldførinum" og í "Seyðagentan og skorsteinssóparin". Rík og fátæk, gleði og sorg. Tá eg lesi ævintýrini, haldi eg ikki, at tey eru gamlar, støvutar søgur. Tá eru tey søgur, sum siga nakað um lívið - eisini í dag.
Onkur hevur uttan iva lisið okkurt av ævintýrunum upp fyri tykkum, tá tit vóru smá. Kanska fortaldu tey úr myndabókum? Kanska hava tit sæð tey sum teknifilmar? Ella tit hava kanska sjálvi spælt onkrar av søgunum í barnagarðinum?
Nú kunnu tit lesa ævintýrini sjálvi. ... Og eg kann lova tykkum, at tað er nakað heilt serligt. Tí tað er ikki líka mikið, hvussu ævintýrini verða fortald. Sjálvt um onkur hava gamaldags og løgin orð, so er nakað av tí sermerkta við H.C. Andersen júst, at hann fortelur so livandi. H.C. Andersen skrivar, so vit síggja tað, sum hendir, fyri okkum. So vit sjálvi kunnu finna uppá meir og seta myndir á.
Í hesi bókini hjálpir ein listamaður okkum við sínum vøkru, stuttligu og fantasiríku myndum av, hvusssu hann hevur ímyndað sær hundin við eygum so stórum sum tekoppum og keisaran í berari skjúrtu.
Bókin er, sum søgurnar, nakað heilt serligt. Hon verður bara prentað til hetta serliga høvið og kann ikki keypast í handlinum. So ansið væl eftir henni. Hvør veit - kanska fara ommu- og abbabørnini hjá tykkara olduroldurommu-og abbabørnum at lesa hana um 200 ár?
Góðan lesihug
Bertel Haarder
Undirvísingarmálaráðharri
???????
Sama dag, sum næmingarnir fingu H.C. Andersen ævintýrbókina á donskum, gav Bókadeild Føroya Lærarafelags bókina út á føroyskum. Føroyska útgávan fæst í bókabúðunum kring landið.