Um 400 fólk luttóku í fólkaheilsurenning í Vági

Undirtøkan var góð, tá skipað varð fyri fólkaheilsurenning í Vági leygardagin

Tað táttaði í 400, tá uppgjørt var, hvussu nógv høvdu meldað til. Av hesum gjøgnumførdu 344 og komu á mál.
Veðrið og umstøður annars vóru av teim avbestu, tá hildið varð avstað klokkan 15. Byrjað varð vesturi á Eiðinum, har Hans Pauli Strøm setti tiltakið og har fór upphiting eisini fram. Rennast ella gangast kundi 5 ella 2 kilometrar. Síðsta strekki á teinunum lá framvið vatninum á Eiðinum, har sera nátturuvakurt er.
Til bar eisini at fáa mált blóðtrýst og annað og hesum skipaðu Apoteksverkið fyri.
Eftir renningina bjóðau Føroya Bjór, Poul Hansen og MBM vatn, kakao og frukt.