Um at gagna málinum

Viðmerkingar til “Álit um almennan málpolitikk”

1. Vegir til at styrkja føroyskt

Álitið nevnir sum yvirskipað endamál at tryggja føroyskum máli støðu sum “fullkomnum og samfelagsbærum máli á øllum økjum í samfelagnum”.

Til at røkka hesum máli mælir Málstevnunevndin til at “menna og dagføra tíðarhóskandi føroysk yrkorð, sum eru atkomilig í øllum yrkisgreinum”. Mælt verður til,, at frálæran verður styrkt longu í barnagarði og forskúla og tættir, ið víkja at hesum evnum, skulu vera partur av lærara- og námsfrøðiútbúgvingum. Eisini verður mælt til, at “almenna fyrisitingin orðar felags málstevnu” (s. 6).

 

So er spurningurin, um hetta er tann rætta leiðin. Føroyskt hevur fingið nakað av ávirkan uttaneftir – tað fáa øll mál, sum ikki eru deyð. Fakorðini (sum nú skulu eita yrkorð), eru ein partur av sjálvum fakinum og mugu og kunnu tí ikki broytast. Ein harðrend málstýring pluss ein ómøgulig stavseting kunnu føra til, at fólk venda sær frá føroyskum og heldur fara at brúka danskt ella enskt.

 

2. Um at fylgja og tvinga

“Nevndin mælir til, at Føroyska málnevndin verður skipað sum eitt málráð, ið fær myndugleika til at løggilda rættstavingarlistar, sum almennu stovnarnir og skúlarnir eiga at fylgja.” (s. 13).

Tað er rætt, at tað kundi verið hent at havt eitt breitt samansett málráð við neyðugum kunnleika og myndugleika til at geva ráð og vegleiðing. Men vit skulu ikki hava nakað málpoliti, og tað má ikki gerast ólógligt at velja síni orð sjálvur.

Um ta núverandi málnevndina verður sagt, at Móðurmálslærarafelagið hevur rætt til ein lim í nevndini, men sagt verður ikki, at hetta felagið hevur verið óvirkið í nógv ár.

Málstevnunevndin vil í fleiri støðum gera yrkorð og seta í verk løggilding av hesum nýggju orðunum. Um tað mishátta orðið løggilding skal uppfatast sum autorisatión, so er hetta eitt misforstáilsi. Tað ber ikki til at tvinga fólk at stava rætt.

 

3. Demokratiskt orðaskifti

Um virksemið hjá Málnevndini verður sagt (s. 22), at hon hevur mælt til at “seta føroyska talu á allar dansktmæltar sendingar”.

Hetta er hvørki neyðugt ella skilagott. Allir føroyingar forstanda danskt, og teir allarflestu hava ongar trupulleikar við at skilja norskt og svenskt. Hetta er ein mentanarligur fongur, sum mong misunna okkum, og taka við tey íslendsktkønu við, so styrkir hetta okkara støðu sum norðurlendskur miðdepil. Royndir vísa, at tvímælt og trímælt verða serliga kring málsliga og mentalt yvirhøvur.

Á síðu 23 verður aftur tosað um lógargrundarlag. Men vit kunnu ikki hava lógir um málbrúk. Tað eigur at vera púra frítt at úttala seg (sí Danmarks Riges Grundlov §77).

Síðani verður skotið upp at umskipa Málnevndina til “eitt málráð, har fleiri enn teir áhugabólkar, ið eru umboðaðir í nevndini, fingu umboð”.

Hetta er skilagóð tala. Vit hava ongantíð havt eitt málsligt organ, har ymiskar áskoðanir hava kunnað verið bornar fram. Serliga hesi seinastu u.l. 40 árini hava vit upplivað eitt slag av málsligum einaræði, sum hevur smoygt subjektivar og vísindaliga ógrundaðar reglur og broytingar niður um oyruni á málbrúkaranum.

Men so verður aftur sagt, at vit eiga at gera løggildar rættskrivingarorðalistar (s. 23), og vit skulu gera yrkorðanevndir (s. 23), og føroyska málnevndin verður skipað sambært lóg. Og landsstýrismaðurin skal løggilda.

Um skrivtmálið, sum vit fingu í 1846, verður sagt, at hetta var “savnandi upprunafrøðiligt skriftmál”. Hetta er ikki beint. Skrivtmálið, sum Hammershaimb gjørdi undir ávirkan av Jón Sigurðsson, hevur syndrað og órógvað nú í eini hálvtannaðhundrað ár. Íslandsfegnir tjóðskaparmenn forðaðu “Broytingini” hjá 7-mannanevndini og beindu fyri Føroyingafelag og Føroyingatíðindum.

 

4. Fleiri tímar og milliónir

Málstevnunevndin hevur havt fundir við skúlafólk og myndugleikar og hevur funnið “ein sera jasøgnan og tilvitaðan hugburð” og hug til at bøta um heildarstøðu málsins.

Ásannað verður, at føroysk børn lesa nógv minni enn teirra javnaldrar í teimum skandinavisku londunum (s. 35). Tær føroysku bøkurnar eru for fáar, men mælt verður til at læra næmingar “at miðla bókmentir”. Og so skal føroyskt eisini fáa fleiri tímar á skemanum.

Men hvussu kann tað nytta at geva fakinum føroyskt fleiri tímar og fleiri milliónir av krónum, um nú orsakirnar til vánaligar lesivanar eru at finna aðrastaðni? Um nú tað er so, at tað kunstiga málið hvørki gagnast ella sodnast? Og hvussu lætt er tað at skriva rætt við einari stavseting, sum er óneyðuga torfør og hartil ólogisk? Tann einstaki lærarin hevur ein Urias post, og tí mistrívist hann og vil sleppa úr skúlanum. Tað nyttar einki at oysa milliónir í eitt system, sum ikki fungerar.

 

5. Censurur og centralisering

Um økismiss (domænetab) verður sagt á s. 50, at “á Vinnuháskúlanum er føroyskt heilt burtur í maskinmeistaraútbúgvingini”.

Hví man hetta vera? Er nakað galið við okkara skúlum – ella er nakað galið við tí útgávuni av móðurmálinuim, sum í hesum árum verður trýst ígjøgnum?

Um Orðabókagrunnin verður sagt á síðu 55, at “hann verður lagdur undir Málnevndina”. Hví hendan centraliseringin? Er ætlanin at fáa fleiri orðabøkur, ella er ætlanin at fáa ræðið á útgávuvirkseminum?

Á síðu 57 kemur “løggildingin” uppaftur. Hetta kann bara forstandast sum ynski um at sleppa at innføra censur av skúlabókum og øðrum undirvísingartilfari. Eitt sovorðið stig hevði verið grovt álop á prinsippið um metodufrælsi: lærarin velur sjálvur tað tilfar, hann heldur hóska til næmingarnar.

 

6. Yvirskiping

Um gerð (oftast umseting) av lógartekstum verður sagt: “At enda verður teksturin oftast sendur einum málkønum. Ofta eru tað torlisnir tekstir, og meir enn so kemur fyri, at málsliga viðgerðin skeiklar løgfrøðiligar orðingar, og so má komast afturumaftur.” Hetta er júst neyðin í málreinsingini: tað sakliga innihaldið má dvína fyri tí røttu máltrúnni.

Málstevnunevndin tykist sannførd um, at føroyingar ikki duga føroyskt (t.e. í hesum føri reinsiføroyskt). Undir yvirskrivtini “Yvirskipaður málpolitikkur” á síðu 69 verður sagt, at hesin málpolitikkur “skuldi eggjað fólki í fyrisitingini til at eftirútbúgvið seg í føroyskum”.

Í teimum fylgjandi 12 reglunum kemur orðið ‘yvirskipað’ minst sjey ferðir fyri. Her er ikki pláss fyri nøkrum iva: føroyingar skulu kommanderast til at taka við tí kunstiga og óføroyska málinum, sum reinsimenn leggja fram. Men hvussu rímar hetta við demokratiskan hugsunarhátt? Lagt verður afturat, at “løgmaður ella løgmansskrivstovan kundi t.d.verið tann stovnur, sum endaliga góðkennir ein yvirskipaðan málpolitikk fyri fyrisitingina”.

Løgmaður sum málsligur yvirskipari. Hetta er ein tankagongd, sum er nýggj í Føroyum.

 

7. Sibbar

Um frælsið hjá tí einstaka verður sagt, at “er eingin málpolitikkur, verður tað skjótt, at fólk hvørt í sínum lagi gera av, hvussu málið skal vera”. Nei, her krevst eftirlitsarbeiði, og almennum fjølmiðli eigur ikki at vera loyvt at skáka sær undan málsligari ráðgeving (s. 74).

Tað hevði verið interessant at fingið at vita, hvørja straff málfútarnir ætla at geva teimum forherðingunum, sum ætla at skáka sær undan.

Um skúlan og móðurmálið verður sagt á síðu 75, at “13 ára skúlagongd gevur ikki øllum nóg góðar førleikar í móðurmáli....”

Hetta er eitt merkiligt misforstáilsi. Øll verðin lærir móðurmálið heima hjá mammu – uttan føroyingar; teir læra tað – eftir hesum at døma – í skúlanum, og læra tað eftir 13 árum so illa, at vit blomstra sum heimsins næstniðastu sibbar í PISA-kanningum.

Eru okkara børn tápulingar? Nei, tað er trúligt, at vit finna orsakirnar til PISA-dumpingina aðrastaðni enn í barnahøvdum: í skúlunum, í skúlabókunum, hjá foreldrunum, í umsetingini av PISA-spurningunum, í fjølmiðlum, sum raðfesta almenna vitan lágt, í heimføðiskapi og nationalistiskari nalvaskoðan. Eru okkara børn vánalig, hvat eru so okkara lærarar og politikarar? Hvørja ávirkan á lærdómin hevur tað, at okkara børn sita og gráta uppi yvir “føroyskum” skúlabókum, sum eru púra óforstáiligar? (Skygni, 1991: klombur, ferningur, frumvaldur, javnfirringur, rætthyrningur, vinkulhálvbýtislinja, krafla.... Og teoribókin hjá komandi sjáførum roynir at gera sítt fyri ferðslutrygdina á tann hátt, at nógv dumpa, tí tey ikki forstanda tað kunstiga og óføroyska málið.)

 

8. Eingin málpolitikkur

Málstevnunevndin heldur tað vera spell, “at vit í 2007 ongan málpolitikk hava”, men vit hava tó havt eitt slag av óalmennum málpolitikki, og hesin ”óalmenni málpolitikkur legði seg nær at tí íslendska og fylgdi sostatt tí siðvenju, sum fyrsti útbúni málfrøðingur okkara, Jakob Jakobsen, doktari í málfrøði, slóðaði fyri um og beint eftir aldaskiftið 1900” (s. 98).

Hetta er ikki rætt. Doktor Jakobsen vildi hava eina fonetiska rættskriving, men hann slakaði nógv og tók undir við “Broytingini” hjá hinum í 7-mannanevndini hjá Føroyingafelag. Bæði Hammershaimb og Jakobsen vóru í nevndini. “Broytingin” bleiv samtykt av Føroyingafelag, men saboterað av teimum, sum hildu fast við uppskotið frá 1846. Stríðið førdi sum kunnugt til, at bæði blaðið og felagið doyðu.

Tað er heldur ikki rætt, tá ið Málstevnunevndin sigur, at vit hava havt ein “óalmennan málpolitikk”. Tað, sum vit hava havt, er eitt politiskt og psykologiskt trýst frá reinsifólki. Trýst á skúlabørn, journalistar og onnur. Tað er misjavnt, hvussu reinsiklikan hevur verið kvalifiserað, men hon hevur so ikki havt nakra demokratiska legitimering.

 

9. Málstevnunevndin mælir til

Málstevnunevndin kemur við nógvum “tilmælum”, sum – vissi tey verða fylgd – koma at kosta landskassanum útivið 100 milliónir krónur.

Men tað er óhugsandi, at tey verða fylgd.

Tilmælini eru ósaklig og ekstremistisk. Løgtingið hevur annað at brúka pengar til. Og tað er ikki trúligt, at tingfólk fáa seg til at taka undir við teimum ódemokratisku sjónarmiðum, sum skyggja ígjøgnum á hvørjari síðu í álitinum: Málnevndin verður heimilandi stovnur; landsstýrismaðurin løggildir; skúlar og almennir stovnar hava skyldu at fylgja reglunum; setast skulu yrkorðanevndir; námsfrøðingar skulu útbúgva seg í miðlafrøði...

Arbeiðið at gera yrkorð verður raðfest, og listar við frøðiorðum verða gjørdir fyri allar frøðigreinir og útbúgvingar (s. 112).

Málstevnunevndin mælir til: Játtast skulu 25 milliónir krónur til skúlabøkur til allan skúlan, so at alt undirvísingartilfar kann verða endurnýggjað fimta hvørt ár (s. 113).

Kringvarpið skal hava 15-20 størv afturat. Setast skal ein útbúgvin málráðgevi í Kringvarpinum, sum skal leiðbeina og annars hava eftirlit við, at samtyktu stevnumiðini um málnýtsluna á stovninum verða fylgd (s. 115).

Høvuðsætlanin tykist vera at ómynduggera allar føroyingar frá ellisárum og niður í barnagarðin. Vøggustovan verður ikki nevnd (men tað verður “mál í móðurlívi”...).

 

10. Óbrúkiligt álit

Álitið frá Málstevnunevndini er órealistiskt í sínum krøvum og tilmælum og óviðkomandi í síni máláskoðan. For fáir tímar og pengar er ikki problemið; tað er heldur innihaldið í undirvísingini. Móðurmálið verður lært heima hjá foreldrunum. Tað passar ikki, at danskt og enskt eru í ferð við at oyðileggja føroyskt. Málið er ein seig organisma. Tann veruligi vandin er tann høvuðleysa málreinsingin og orðafabrikatiónin, sum gera, at fólk føla seg fremmand í sínum egna máli. Í staðin fyri málreinsing eiga vit at hava málvøkstur og fegin taka við teimum donsku og internationalu orðunum, sum vit hava brúk fyri.

Ein syrgilig síða av hesum áliti er tann fjalda dagsskráin. Allastaðni har, sum orðið føroyskt verður nevnt, verður meint við reinsiføroyskt, t.e. tað kunstiga málið, sum puristar halda seg hava rætt til at trýsta inn.

Ein pedagogiskur antikvitetur sker í eyguni: Nevndin tykist halda, at tvang og kommando og eftirlit og heimiling og løggilding og yrkorðalistar eru góð amboð á tí estetiska øki, sum málburður og skaldskapur eru. Einki fær verið skeivari. Tampur og skammikrókur hava ongan lærdóm gandað fram.

 

11. Tann puristiska málkósin er problemið

Tað gongur ein kaldur og óhugnaligur gjóstur av einsrætting og harðræði gjøgnum hetta álitið. Tað er at vóna, at tingfólk vísa hesum frá sær og í staðin lata nakað av pengum til bókaútgávu, so at okkara skrivandi fólk kunnu skriva frítt og uttan censur og peningaligan miss. Teir nógvu feilirnir, sum skúlabørn og nógvir aðrir føroyingar gera, tá ið tey skriva føroyskt, kunnu gerast færri, um vit gera rættskrivingina lættari. Tað arbeiðið kundi verið ein virðilig uppgáva hjá einum komandi Málráði, sum umboðar fleiri máláskoðanir.

Mál er ikki bara glosur og rættskriving. Mál er í nógv størri mun alt tað stílskapandi: fastar vendingar, máliskur, orðatøk, metaforar, nuancur, tað at duga at taka til. Føroyskir lærarar, sum noyðast at sita og rætta edd, skuldu heldur fingið møguleika til at gjørt nakað við hesa síðuna av málkunnleikanum.

Tann besti mátin at klúgva uppeftir í PISA-stiganum og fáa føroysk børn at lesa meira og stava betur er at skriva og umseta bøkur, sum børn og hálvvaksin tíma at lesa – og sum eru á einum hóskandi máli.

At gagna føroyskum er at góðtaka fólksins mál og fakmálini og tær internationalismur, sum vit hava brúk fyri. Málreinsing er darvandi og skaðilig. Málið er eitt amboð og ikki ein politiskur koyril. Vit hava ikki brúk fyri politiskari stýring av okkara máli. Vit hava brúk fyri víðast møguligum frælsi til at skriva skaldskap, skúlabøkur og alt annað.

 

Í nevndini í Málfelagnum sita:

André Niclasen

Dan R. Petersen

Regin Eikhólm