Um at halda avtalur við veljaran

Fyri einum ári og trimum døg­um síð­ani skapti tað yv­ir­skrif­t­ir, at An­finn Kalls­berg var mis­nøgd­ur við, at Jó­ann­es Eid­es­gaard ikki vildi lækka blokk­stuð­ul­in tær 400.000 krón­ur­nar, sum hann átti sam­bært sam­gong­u­skjal­i­num. So­leið­is skriv­aði Port­al­ur­in tá:

»Fólkaflokkurin er ikki samd­ur við Jóannes Eid­es­gaard um, hvussu stór danska rík­is­veit­ing­in til Før­oy­ar skal vera næsta ár. Tað stað­fest­ir An­finn Kalls­berg, fólka­floks­mað­ur og for­mað­ur í fíggj­ar­nevnd­ini í Løg­ting­i­num.
Í dag hev­ur Løg­ting­ið við­gjørt upp­skot­ið hjá Jó­ann­es Eid­es­gaard, lands­stýr­is­manni, um at næsta ár skal danska rík­is­veit­ing­in úr Dan­mark verða tann sama sum í ár, nevni­liga 615,5 mill­i­ón­ir.
Ann­ars stend­ur í ABC sam­gong­u­skjal­i­num, at rík­is­veit­ing­in skal lækk­ast 15% av ver­u­liga inn­tøk­u­vøkst­r­i­num sein­astu fimm ár­ini.
Sam­gong­an hev­ur rokn­að út, at skal sam­gong­u­skjal­ið hald­ast, skal blokk­ur­in so­statt minka 400.000 krón­ur næsta ár, úr 615,5 mill­i­ón­um, nið­ur í 615,1 milliónir.
Lands­stýrið met­ir kort­ini, at henda lækk­ing er ov lít­il, tí verð­ur rík­is­veit­ing­in ikki lækk­að í 2011, sig­ur Jó­an­n­es Eid­es­gaard.
Men hes­um er Fólk­a­flokk­ur­in ikki samd­ur í, tí An­finn Kalls­berg stað­fest­ir, at flokk­ur­in stend­ur við av­tal­ur­nar í sam­gong­uni og ætl­ar at halda tær.
Sjálvt um tal­ið er lít­ið, er sig­n­­al­­virð­ið stórt, halda fólk­a­floks­fólk.
Fólk­a­floks­menn skutu eis­ini eft­ir Sam­bands­flokk­i­num og takk­aði teim­um fyri, at tey vildu vera við til at lækka blokk­in úr Dan­mark.«
– Hetta snúði seg um at halda sam­gong­u­av­tal­una. Hvussu man gang­ast hjá Fólk­a­flokki, Mið­flokki og Sjálv­stýri at halda av­­tal­­ur­­nar við velj­ar­an?