Um at halda kjaft

Bjarni Djurholm stólar ikki upp á sín­ar fel­ag­ar í sam­gong­uni. Hann held­ur ikki, at teir eru førir fyri at gjøgn­um­føra teir re­form­ar, sum skulu til. Hann sig­ur, at skatt­gjald­ar­ar og ser­stak­liga vinn­an hava tíverri ikki ann­að í væntu enn somu til­gongd, sum vit hava sæð farnu tíð­ina - rokn­ing­ar fyri nýtslu, sum ikki er í sam­svari við fram­leiðsl­una í land­i­num.

- Her má vend koma í, held­ur hann.
Men tað fíggj­ar­mál­a­ráð­­­har­r­in heldur ikki, at ein sam­gong­u­felagi skal siga, so hann bað hann stutt og greitt - um enn við sitati frá norska tjóð­ar­skald­i­num Bjørn­stjerne Bjørn­son - halda kjaft.
Men Edmund Joensen er ikki samdur. Hann held­ur ikki, at ónøgdir sam­gong­u­fel­ag­ar skulu halda kjaft. Tvørt­ur­í­móti eiga teir at siga sína hugs­an, tá teir ikki verða tiknir upp á ráð.
Og løgmaður, hann er so slett ikki samdur.
- Veruleikin er, at tað gong­ur framá í føroyska bú­skap­i­num, sigur hann.
---
Vit halda:
At hetta er føroyskur pol­i­tikk­ur í einum nøtuhylki - og disse regeres vi af!