Um at spara

?er mest sum ein býur eysturi í Sibiria, tá ið talan er um sparing av skattapening í pinkulingaríkinum einastaðni í Norðuratlantshavinum á 62. breiddarstigi.

Her verður hugsað um orðaskiftið, sum nú fer fram á okkara høga løgtingi, um løgtingsfíggjarlógina 2003. Vit hava í 5 ár upplivað eitt støðugt vaksandi bureaukrati, ið, sum ein sníkur av versta slag, sígur pening og lívsmegi úr teimum, sum í ríkinum balast. Í hesum nevnda tíðarskeiði er umleið ein milliard til tað almenna løgd omaná byrðu á fólksins krøkta rygg og smokk-aðar heðrar. Men at brúka pening, sum lógfest er ætlaður ávís øki í samfelagnum, til onnur endamál, tykist ikki at volda samvitskubit hjá teimum, sum fyri borgum ráða: Av tí sum eftir er av blokkinum úr ríkiskassanum, ætlar gevarin t.v.s. staturin, at 117 milliónir sambært lóg skulu brúkast til serforsorg, men hóast hetta, so ætlar landsstýrismaðurin við fíggjarmálum, at einans 108 milliónir skulu brúkast til tað ætlaða endamálið, meðan meirilutin í fíggjarnevndini er av teirri á skoðan, at tað er alt ov nógv, og vil tessvegna lækka upphæddina hjá landsstýrismanninum við 3.6 milliónum, og soleiðis kunnu 13.6 milliónur av teimu 117 milliónunum, sum ríkiskassin hevur játtað til serforsorgina í Føroyum, brúkast til okkurt annað, hvat tað so kann vera?
Ella: Av tí sum eftir er av blokkinum úr ríkiskassanum, ætlar gevarin, t.v.s. staturin, at 283.6 milliónir skulu brúkast til heilsuverkið, og av hesi upphædd eru umleið 223 milliónir ætlaðar okkara trimum sjúkrahúsum psykiatriskadeild viðroknað. Í uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg 2003 ætlar landsstýris-maðurin við fíggjarmálum, at 358.1 milliónir skulu brúkast til sjúkrahúsini, meðan meirilutin í fíggjarnevndini er av teirri áskoðan, at 347.2 milliónir er nóg mikið. Av hesi upphædd rindar ríkiskassin sum sagt umleið 223 milliónir og landskassin so statt munin, nevniliga umleið 124 milliónir ella 99 milliónir minni enn tað, ið ríkiskassin letur til sama málsøkið. Blokkstuðulin til sjúkrahúsverkið hevur støði í býtinum: sjúkrahúsini 50% landið og 50% stat-urin, meðan psyki-atriska-deild (statssjúkrahúsið) verður goldið 100% av stat-inum.
Í uppskotinum til løg-tingsfíggjarlóg 2003 hevur landsstýrismaðurin við fíggjarmálum mælt til, at fíggjar-, fiski-, vinnu-, menta-, olju-, familju- og heilsu.-, almanna- og løgmálaráðið fáa 97 milliónir at ráða yvir, meðan meirilutin í fíggjarnevndini er samd um, at her má sparast við ikki minni enn 1 millión, ella við einum prosenti ! Í fjørð játtaði løgtingið 86.6 milliónir til somu ráð (sum tá høvdu heitið stýri) men nú skal løgtingið ætlandi játtað ráðunum (stýrunum) 11% meira enn í fjør.
Í meira enn ein hálva øld hevur løgtingið játtað pening til Mentanargrunnin, sum varð stovnaður við løgtingslóg seinast broytt í mai 2000. Ein politisk vald nevnd við einum skrivara og einum kassameistara hava øll hesu mongu ár umsitið inntøkur og útreiðslur grunnsins. (Undirritaði var kassameistari í 25 ár og fekk fyri hetta lítið krevjandi arbeiði, minnist eg rætt, 6.000 krónur um árið, og grunnurin kravdi valla meira enn einar 2o túsund til tað árligu umsitingina). Nú síggja vit, at meirilutin í fíggjarnevndini vil játta eina kvart millión til umsiting av Mentanargrunn-inum, ella ein hækking uppá 1000% (túsund prosent). Tað er kanska skeivt at tosa um hækking, tí til dagin í dag hevur løgtingið ongantíð játtað pening til umsiting av umrødda grunni, sum hevur meira enn 50 ár á baki.
O gev okkum í dag okkara dagliga breyð, frelsu og sjálvberandi olju , og leingi livi serføroyskur stórlætisørskapur og ikki minni: leingi livi ný- og serføroyska bureaukratmentan dynjar í hvørjum skýmakróki.
Gávi satt at orð Grundtvigs: »På det jævne, pð det jævne, ikke i det himmelblå« aftur fingu ljóð í Føroyum, og at vit ongantíð fara at gloyma at ynskja hvør øðrum gleðilig jólø