-Um bólk fyri avvarðandi.

Tíðindaskriv frá Heilafelagnum

Heilafelagið fer í vetur at skipa fyri einum kvøldi um mánaðan, har møguleiki verður hjá teimum, sum varða av einum apopleksiraktum at hittast og tosa saman. Møguliga hava limir úr øðrum feløgum í MBF, sum eru í líknandi støðu, eisini hug at verða við. Ætlanin er at hava hesar fundir annan mikudag í hvørjum mánaði, fyrstu ferð mikukvøldið 12. jan. kl. 20 - 22, har øll áhugað eru vælkomin.
Fundirnir verða í hølunum hjá Heilafelagnum í MBF-húsinum á Ìslandsvegi 10. Tlf. nr. 31 7373/311520.