Um blankokekk at privatisera tunlar

Bjørt Samuelsen, tingkvinna
----
Sonevndi blankokekkurin - ein­karrættarlógin, sum Løg­ting­ið í 2010 samtykti - hev­ur verið nógv umrøddur og varð eisini nevndur á mót­mælis­til­takinum, sum savnaði tús­­undtals fólk leygardagin. Ein av framúr góðu røðar­un­um helt fyri, at eingin í Løg­­ting­­inum var ímóti lógini. Tað vóru tað. Í sambandi við viðgerðina av tingmáli 161/2009, varð áhaldandi víst á, at hetta var at privatisera Skála­fjarð­at­unnilin við bindi fyri eyguni. Loyvi mær at prenta nøkur brot úr álit­­inum, undirritaða sum minni­­luti í Rættarnevndini skri­vaði tá:
”Tunnilin er ein skila­góð íløga, sum fer at skapa vøkst­ur og hevur góð­ar fyri­treytir fyri at bera seg væl. Uppskotið er ikki ein spurn­ingur um at vera fyri ella ímóti Skála­fjarð­ar­tunli­num, men ein spurningur um, at landið upp á forhond við lóg verður bundið til at gera avtalu við eitt ávíst felag, áðrenn treytirnar fyri avtaluni við felagið eru kend­ar.
Lógin ... gevur felagum rætt­­indi og trygd, og still­ar landið í eina sera veika sam­ráðingarstøðu. Sam­stundis bindur landið seg á ymiskan hátt, soleiðis at felagið fær endurgjald fyri mistar inntøkur. Ei held­ur her ber til at kenna av­leið­ing­ar­nar, tí treytirnar verða at finna í avtaluni, sum lands­stýris­kvinnan fer at gera við felagið.
Í lóginin eru so nógvar óvissur, at um Løgtingið sam­tykkir hesa lóg, er tað at samanbera við at privatisera ein undirsjóvartunnil við bin­di fyri eyguni!
Minnilutin vísir í hes­um sambandi til teir 53 spurn­ingarnar, sum Rættar­nevndin sendi Inn­lendis­mála­ráð­num um lóg­ina, um­framt spur­n­ing­ar­nar, sum løg­frøð­in hjá løg­tings­um­sitingini hevur sett til lógina. Fleiri av hes­um spurn­ingum hevur Inn­lendis­málaráðið ikki kunnað svarað greitt.
Heldur ikki er støða tikin til avleiddar verkætlanir fyri nærri 200 milliónir krónur. Útbyggingar, sum landið verð­­ur at gera, og sum mugu inn í raðfestingarnar hjá lands­­­kassa­num.
Ikki minst tí at talan er um eina útbygging, sum ber seg sera væl fíggjarliga, eru í veruleikanum fáar forðingar - aðrar enn politiskar - fyri, at landið sjálvt kann byggja tunnil­in. Landið kann læna pengar til munandi lægri rentu enn privat feløg, tí land­ið verður mett at hava høgt kredittvirði.
Tá landið kortini velur at lata privat átaka sær størstu útbygging í infrakervi okk­ara nakrantíð, má eitt minsta krav vera, at verk­ætlan­in verður boðin út. Úbjóð­ing er einasti háttur, land­ið kann tryggja sær, at undir­sjóvartunnilin verður gjørd­ur við lægst møguligu for­rentn­ing av eginogn og bílig­astu fígging, soleiðis at landsins borgarar ikki skulu gjalda ein óneyðugan ovur­prís.
Tað er eisini ein álvarsom tilsíðu­setan av javnbjóðis rætti­ndunum hjá vinnunum at bjóða seg fram til stór­arbeiði, landið setir í gongd.

Fíggjarligi parturin
Nevndin hevur ikki fingið út­­rokningar, sum lýsa fíggj­ar­­ligu viðurskifini kring verk­ætlanina og eitt nú inntøkur, og hvussu stórt avkast felagið væntandi fer at fáa árliga og yvir 25 – 35 ár (burtusæð frá leysligum meting­um frá Deloitte, sum vísa á møgueika fyri 9,3% í avkasti av saml­að­um kapi­tali og 15% í egin­peni­ngs­avkasti).
Útrokningar, sum áður eru gjørdar, vísa, at inntøkurnar frá tunlinum verða væl oman fyri 100 milliónir krónur ár­liga, at talan verður um milliar­da yvirkot yvir 30 ár. Nevndin hevur fingið at vita, at felagið arbeiðir við at gera nýgg­jar kostnaðarmetingar og ferðslutøl, men hevur ikki fingið nýggju metingarnar. Men, sum skilst verða hesi tøl frá felagnum partur av grundarlagnum undir av­taluni við landsstýrið.
Í nevndarviðgerðini er kom­ið fram, at tað eigur at verða sett spurnartekin við, hví felagið sambært met­ing­unum hjá Deloitte, sær út til at skula skal hava eitt av­kast, sum er munandi hægri enn tað “risikoavkast”, sum hevði verið rímiligt. Tess hægri avkast, tess meira skal brúkarin gjalda. Inn­lendis­málaráðið hevur ikki givið nak­að greitt svar upp á slíkar spurn­ingar.

Lítil ella stórur vági?
Ein høvuðsgrundgeving at lata privata fe­lagnum verk­­­æt­l­an­ina er, at landið slepp­­­­ur undan stórum váða. Sam­­­­stundis skal avkastið áset­­­­ast sam­svarandi tí váða, felag­ið átekur sær. Men, tað fyriliggur ikki nøkur váða­met­ing, sum nevndin hevur kunn­að fyrihildið seg til. Mest sann­líkt er váðin við hesi verk­ætlan lítil. Eingin pri­vat­u­r hevði viljað sett eina milli­ard í eina verkætlan, varð hetta ikki mett at vera ein rími­liga trygg íløga.
At enda vil minnilutin bara vísa á, at landið, við at gera Skálfjarðatunnilin privat­an, missir møguleikan at lata hendan tunnilin verða part av framtíðar planlegging av infrakervinum, til dømis í mun til at gera sam­halds­fast­ar skipanir fyri alt okkara infra­kervi.”
Undirritað hin 7. mai 2010. Løgtingið varð sostatt staði­liga mælt frá at samtykkja lóg­ina, sum varð samtykt við einans fimm atkvøðum ímóti. Leggjast kann afturat, at EIK-grunnurin, sum tá átti P/F Skálafjarðatunnilin sam­an við LÍV, fyri nevndini hevði upplýst, at tey neyv­an fóru at seta pening í verk­ætlanina! So, útlitini fyri, at felagið fór at eydnast, vóru smá.
Samtykta einkar­rættar­lógin er orsøkin til, at KPH helt seg hava blankokekk at fara undir samráðingar við CIP. Ein heimild fleiri væl skøddir løgfrøðingar hava víst á, var dottin burtur.