Um eg var løgmaður ...

- Hvør hevði verið fyrsta avgerðin tú tók, um tú slapp at sita í løgmannsstólinum í 2005? Hendan spurningin settu vit fimm føroyingum, og ynskini eru ikki so fá. Um løgmaður fer at brúka tey sum góð ráð, er ilt at vita, men kanska tey kundu givið eitt sindur av íblástri...

Niclas Heri Jákupson, deildarleiðari:
Eg hevði sett eitt átak í verk, sum skuldi fáa føroyingar at trúgva uppá annað, enn bara tað, sum hevur við fisk at gera, so at fólk við livandi og skapandi hugflogi fingu størri møguleika at folda seg út. Og so hevði eg á jólum hvørt ár givið øllum føroyingum hvønn sín ferðaseðil suðureftir, so vit kundu sloppið vekk frá øllum og bara ligið og notið sólina í eini 14 dagar.
Annika Sølvará, setursskrivari:
Eg hevði mælt føroya løgtingi til at hækka játtanina til meningarhjálp til 1 % á fíggjarlógini. Tað, sum vit geva í løtuni, kunnu vit næstan ikki vera bekent
Óli Petersen, teknari:
Eg hevði útskrivað nýval í stundini, so eg kundi sloppð mær úr hasum stólinum, sum skjótast!
Olga Magnussen, leiðari á Blákrossheiminum:
Eg hevði alt fyri eitt syrgt fyri, at pengar vórðu settir av á fíggjarlógini til at fáa skipaði viðurskifti fyri tey heimleysu í Føroyum. Sum er, eru tey tíverri eru alt ov nógv, sum verða noydd at ganga úti á gøtuni og mala, tí tey ongastaðni hava at fara.
James Olsen, tónleikari:
Eg hevði syrgt fyri, at landið byrjaði at gera íløgur í annað enn skip og bátar. Ikki tí eg havi nakað ímóti sjómonnum, yvirhøvur ikki, men gjørdu vit størri íløgur í til dømis tónleikin, ivist eg onga løtu í, at vit høvdu fingið tað fleirfalt aftur. Tað ræður bara um at lata eitt sindur av nýhugsan sleppa framat.
Og so hevði eg forrestin eisini givið øllum ein skattalækkað, sum veruliga munaði nakað. Hann kundi til dømis byrjað við, at ongin skuldi gjalda meir enn 40 % í skatti.