Um eini tvey ár verður tað helst bíligari at fáa hita

Vit fara kanska at broyta mátan, sum gjaldið verður roknað út upp á, sigur Bogi Andreasen, nevndarformaður í Fjarhitafelagnum

Um eini tvey ár, vænti eg, at tað verður bíligari at verða knýttur í Fjarhitaskipanina í Hoyvík og í Havn. Tað sigur Bogi Andreasen, sum er nevndarformaður í Fjarhitafelagnum. Tórshavnar Býráð og Sev hava hvør sína tríggjar nevndarlimir, men aðalfundur hevur ikki verið í Fjarhitafelagnum eftir at tað nývalda býráðið tók við á nýggjárinum. Sostatt er Bogi Andreasen formaður enn, hóast hann ikki varð afturvaldur í býráðið, men enn er ikki greitt, nær hann verður.

Hitin frá Fjarhitafelagnum skal fylgja gongdini í oljuprísinum, men hesar seinastu dagarnar hava nøkur av teimum, sum eru bundin í fjarhitaskipanina, fýlst á, at tað fjarhitin er nógv dýrari enn oljan.

https://www.in.fo/news-detail/news/eru-raettiliga-misnoegd-um-stora-prishaekking/?no_cache=1LES EISINI: Eru rættiliga misnøgd við stóra príshækking

Bogi Andreasen sigur, Fjarhitafelagið hevur ikki gjørt annað enn at fylgja gongdini í oljuprísinum. Men stutt fyri býráðsvalið, hevði nevndin í Fjarhitafelagnum fund felagsskapin, Skynsamur Fjarhiti, sum er eitt brúkarafelag hjá teimum, sum hava fjarhita.

Hann sigur, at akkurát tá, varð einki gjørt við tað fyri at tað ikki skuldi enda sum ein politisk kastibløka í valstríðnum upp undir býráðsvalið, men ein av fyrstu tíðina verður fundur við Sev og Býráðið, sum eiga Fjarhitafelagið.

Hann sigur, at Fjarhitafelagið hevur havt ein máta at rokna gjaldið fyri fjarhitan upp á, men tað er eitt gamalt modell, so tað er ikki óhugsandi, at tað verður broytt, tí nú á døgum gagnnýta oljufýringarnar oljuna nógv betri enn tær tær gjørdu fyrr og sostatt er tað lutfalsliga bíligari at brúka olju.

Men annars vísir nevndarformaðurin á, at í sambandi við, at Sev fekk nýtt verk á Sundi, hevur Sev verið koplað frá fjarhitaskipanini í meiri enn tvey ár. Sostatt hevur Fjarhitafelagið brúkt nógv meiri olju til fjarhitan, enn annars.

– Fjarhitafelagið hevur keypt olju til at hita allan vesturbýin upp, sigur Bogi Anderasen. Men hesa næstu tíðina verður Sev bundið í aftur, og samstundis er nýggja biogassverkið komið upp í. Harumframt verða alsamt fleiri hús knýtt í fjarhitan, eisini fleiri heilt stórir bygningar og tað fer at gera fjarhitan bíligari upp á seg. Og samstundis verða stórar sparingar í oljurokningunum hjá kommununi, sigur hann.

Tí vænti eg, at um eini tvey ár, fer tað at verða bíligari at hava fjarhita, sigur Bogi Andreasen.

Hann sigur, at Fjarhitafelagið kundi kanska roynt sama lastin, sum Sev, har fólk fáa eina uppgerð hvønn mánað. Men royndirnar vísa, at so hevði tað verður rættiliga stórur munur á rokningini fyri hvønn mánað í vetrarhálvuni enn í summarhálvuni. Tí hevur Fjarhitafelagið tikið støðu til at hava ein miðalprís, heldur enn at senda fólki stórar rokningar teir køldu vetrarmánaðirnar og lítlar rokningar teir lýggju summarmánaðirnar.