Á býráðsfundinum í kvøld, hóskvøldið 23. oktober, fer undirritaða at seta Jan Christiansen, borgarstjóra, soljóðandi fyrispurning:
»Hvussu skal framhaldsdeildin í fólkaskúlunum skipast í framtíðini í Tórshavnar kommunu? Nær verður uppskotið um felags framhaldsdeild viðgjørt í mentamálanevndini?«
Í samband við at nýggjur 2-sporaður fólkaskúli skal byggjast í Hoyvíkshaganum, verður sagt, at skúlin skal rúma 1.-9. flokk. Eisini er roknað við 1.-9. flokki í útbyggingini av skúlanum í Kollafirði.
Tann 11.03.2002 sendi undirritaða uppskot um felags framhaldsdeild fyri skúlarnar í kommununi til býráðið. Hetta uppskotið er ongantíð viðgjørt av mentamálanevndini. Undirritaða legði uppskotið fyri býráðið aftur tann 12.02. 2003. Tá bleiv málið uttan viðgerð beint aftur í mentamálanevndina. Staðfestast má, at málið er lagt til síðis uttan viðgerð. Tí vil eg fegin hava at vita, hvørjar ætlanir eru nú, og nær mítt uppskot verður viðgjørt í mentamálanevndini.
Frá skúlastýrisformanni havi eg fingið at vita, at á fundi har allir skúlastýrisformenninir eru við, hevur umsitingin hjá Tórshavnar kommunu upplýst, at ongar ætlanir eru um felags framhaldsdeild, og at málið ikki kemur til viðgerðar í býráðnum aftur. Um hetta er rætt, so vil eg fegin hava at vita, hvar henda avgerðin er tikin og nær?
Á opnum býráðsfundi hevur formaðurin í mentamálanevndini upplýst, at arbeitt verður við at skipa skúlaøkið soleiðis, at 10. árið møguliga skal skipast sum felagsskúli fyri alla kommununa. Um tað verður arbeitt við hesum, hvat skal so verða av næmingunum sum í dag ganga í skúlum, har bert grunddeildir eru? Skulu teir næmingarnir flyta skúla tríggjar ferðir, frá grundskúla í ein annan skúla at ganga 8. og 9. árið og so aftur ein nýggjan skúla 10. árið? Er tað soleiðis tit ímynda tykkum skúlaskipanina í framtíðini? Ella er nøkur ætlan um at orða framtíðar skúlapolitikkin fyri kommununa?