Um tað gongst, sum løgmaður í røðu síni segði, at tað fer at gera, so verður tað koyrandi í undirsjóvartunnli millum Skálafjørðina og Havnina í 2016. Løgmaður boðaði ikki frá nýggjum stórum almennum íløgum næstu árini, sum tað annars ikki hevur verið at hoyrt um, og sum tað ikki hevur verið arbeitt við.
Men løgmaður staðfesti nær ein íløga verður veruleiki, sum tað hevur verið nógv tosað um, men sum ítøkiligar avtalur ikki hava verið gjørdar um.
Løgtingið hevur áður samtykt, at privata partafelagið Skálafjarðartunnilin skal standa fyri tunnlinum, og í dag segði løgmaður, at avtala nú verður gjørd við P/F Skálafjarðartunnilin, og gongst tað sum ætlað, so verður koyrandi undir Tangafirði í 2016.