Um frostmarkið alla vikuna

Eitt lágtrýst yvir Norðhavinum fer spakuliga í ein sunnan og eitt tilhoyrandi veikt brúgvalag fer eisini spakuliga í ein sunnan. Síðani fer køld óstøðug luft við vetrarælum at flyta seg inn yvir oyggjarnar av landnyrðingi.

 

Veðrið í dag

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landnyrðingi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og ælaveður, regn, vátaslettingur ella kavi í støðum, men eisini onkrir sólglottar. Hitin millum 1 kuldastig og 3 hitastig.

 

Í morgin

Gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, sum um náttina øtlar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landnyrðingi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og fleiri kava- ella vátaslettingsæl. Hitin um dagin um 3 hitastig, um náttina niður í 1 kuldastig.

 

Mánadagin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av eystri og landnyrðingi, 8 til 13 m/s, sum spakuliga makar í lot til andøvsgul av landnyrðingi og norðri, 2 til 7 m/s. Samdrigið og okkurt vátaslettings- ella kavaæl. Hitin um dagin millum 2 og 4 stig, um náttina niður í 4 kuldastig.

 

Týsdagin

Lot til andøvsgul av landnyrðingi og norðri, 2 til 7 m/s, í støðum upp í stívt andøvsgul, um 10 m/s. Samdrigið og okkurt vátaslettings- ella kavaæl. Hitin um dagin millum frostmarkið og 2 hitastig, um náttina niður í 5 kuldastig.

 

Mikudagin

Gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s, samdrigið og okkurt kavaæl. Hitin um dagin millum frostmarkið og 2 hitastig, um náttina niður í 5 kuldastig.

 

Hósdagin

Gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s, sólglottar og okkurt kavaæl. Hitin um dagin millum frostmarkið og 2 hitastig, um náttina niður í 5 kuldastig.