Um frostmarkið alla vikuna

Mynd: Ingi Sørensen

Komandi dagarnar streymar køld luft við ælaveðri inn yvir Føroyar av útsynningi og vestri. Um vikuskiftið fer eitt lágtrýst framvið beint norðan fyri Føroyar og hevur ein kaldan streym av norðri við sær.

 

Í dag verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri og landsynningi, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið, um 18 m/s. Seinnapartin snarar hann í ein vestan og makar nakað. Sum frá líður fer at regna, men seinnapartin klárar tó í vestanfyri, tó verður okkurt ælið. Hitin millum 4 og 7 stig. Um náttina verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi og vestri, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, um 15 m/s. Samdrigið og ælaveður og hitin millum frostmarkið og 4 hitastig.

 

Leygardagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, um 15 m/s, serliga sunnanfyri. Samdrigið og ælaveður, partvís við heglingi, vátaslettingi ella kava og hitin um dagum um 3 stig, um náttina millum frostmarkið og 3 hitastig.

 

Sunnudagin verður andøvsgul upp í ein strúk av vestri, 8 til 13 m/s, sunnanfyri upp í hvassan vind, um 15 m/s. Sum frá líður hækkar hann í ein norðan og tað verður andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Samdrigið og ælaveður, partvís vátaslettingur og vátakavi. Hitin um 3, 4 stig. Út á náttina øtlar hann vindin í hvassan vind up í skrið, 15 til 20 m/s, av norðri. Tað verður vátaslettingur og kavaæl og hitin fellur til um frostmarkið ella beint undir.

 

Mánadagin verður strúkur í vindi upp í skrið av norðri, 13 til 18 m/s, sum út á dagin makar nakað og frá kvøldinum verður andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Skýggjað og kava- ella vátaslettingsæl og hitin um dagin um 2 hitastig, um náttina um frostmarkið ella beint undir.

 

Týsdagin verður gul til stívt andøvsgul av norðri og útnyrðingi, 5 til 10 m/s, við strondina upp í strúk í vindi, um 13 m/s. Samdrigið og okkurt vátaslettings- ella kavaæl. Hitin um dagin verður um 2 stig, um náttina millum frostmarkið og 3 stig.

 

Mikudagin verður gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s, sum um náttina makar niður í lot til andøvsgul, 2 til 7 m/s. Samdrigið og okkurt vátaslettings- ella kavaæl, men um náttina verður yvirhøvur turt og klárt. Hitin verður um 2 stig, um náttina millum frostmarkið og 5 kuldastig. 

Mynd: Ingi Sørensen

Mynd: Ingi Sørensen

Mynd: Ingi Sørensen

Mynd: Ingi Sørensen

Mynd: Ingi Sørensen