Um gransking av føroyskum skúlaskapi

Í Degi og viku 9. jan. 98 kom fram eitt sera forvitnisligt uppskot frá háttvirda landsstýrismanni, Eilifi Samuelsen.

Uppskotið snúði seg um at fáa gongd á granskingina av føroyskum skúlaskapi. Undirritaði tekur fult undir við hesum frálíka uppskoti. Innan gransking er tað vanliga soleiðis, at týdningarmikið er at finna økir, har møguligt er at seta fram viðkomandi spurningar, t.d. hvat, hví og hvussu??

Niðanfyri skal tí ein roynd verða gjørd at geva eitt íkast til tess at finna fram til nakrar spurningar innan føroyskan skúlaskap, ið avgjørt høvdu verið sera áhugaverdir at fingið svar uppá:


1: Hví hevur Fiskivinnuskúlin í Vestmanna ár eftir ár ikki vitað, um hann er keyptur ella seldur, um hann kann halda fram, skal flyta, ella onga játtan fáa?


2. Hví hevur HF-Skeiðið í Klaksvík verið nærum niðurlagt einaferð um árið hesi seinastu mongu árini?


3. Hví bróta føroyskir skúlamyndugleikar á 5. ári galdandi reglur fyri innilut á Studentaskúlanum og HF-Skeiðinum í Eysturoy, og hvar skal ábyrgdin plaserast?


4. Hví roynir Skúla- og Mentamálastýrið at stúva 28 næmingar inn í skúlahøli á studentaskúlunum í Føroyum, har inniluftin frammanundan er ov vánalig, sjálvt við 24 næmingum?


5. Hvat bleiv av tí hálovaða »samstarvinum« millum Handilsskúlan á Kambsdali og Eysturoyar Studentaskúla og HF-Skeið, t.d. í sambandi við teldu-hølir, samlesing og fakum, felags lærarar osfr? (høvuðsargument fyri at byggja skúlarnar saman, ið sannførdi ein meirluta av Føroya Løgtingi, og annars dýrkaði skúlan í ólukkumát).


6. Hví skuldi Eysturoyar Studentaskúli og HF-Skeið partú byggjast og takast í nýtslu, innan valstríðið byrjaði til seinasta løgtingsval? (møguliga kann Signar Hansen á Brúnni hjálpa við hseum spurningi).


7. Hvussu ber tað til, at ein ikki-fólkavaldur persónur (landsstýrismaðurin í skúlamálum) sleppur at arbeiða fyri t.d. pkt. 1,2,4,5,6 uttan at fleiri hampa- & skilafólk innan sambandsflokkin tykjast at látast um vón?


? Soleiðis kann haldast fram at geva uppskot til granskingarevnir innan føroyskan skúlaskap. Um hetta ikki nøktar tørvin, kann møguliga eisini verða hugt at umhvørvisøkinum, har háttvirdi umhvørvismálaráðharrin, Eilif Samuelsen, t.d. gav loyvi til at oyða alt lív í ávísum vøtnum og áum í Suðuroy, og tvær ferðir hevur loyvt at veita vistfrøðiliga týdningarmikið vatn í Eysturoy norður til Eiðis.

? Jú, sanniliga er hópur av góðum granskingarevnum at taka av. Eitt, ið kanska hevði verið enn meira áhugavert enn omanfyristandandi uppskot, er eitt alt ov lítið troytt granskingarevni í Føroyum. Hetta kallast »sjálvgransking«, ella sjálvrannsakan. Mær tykir, at hetta er harðliga tiltrongt hjá omanfyri nevnda landsstýrismanni.


Dánjal Petur Højgaard,

lærari & frítíðargranskari