Um ikki saman, so í Klaksvík

Skúlabørnini í Klaksvík skulu hava atgongd til teldutøka Sprotan, heldur borgarstjórin í Klaksvíkar Kommunu.

Jógvan Skorðheim sigur tað vera ein stóran miss, at landið nú steðgar við at rinda fyri teldutøku orðabøkurnar hjá Sprotanum, og ætlar sær at tryggja, at fólkaskúlarnir í Klaksvíkar Kommunu framvegis hava hendan møguleikan.

 

- Eg veit einki um, at hetta bert skuldi vera ein royndarverkætlan, og eg haldi tað vera løgið, at kommunan knappliga steðgar við at rinda fyri eina tænastu og siga, at nú skulu kommunurnar standa fyri tí, sigur Jógvan Skorðheim.

 

Jonhard Mikkelsen, stjóri í Sprotanum, hevur víst á, at ein samlað avtala longu liggur klár til allar kommunurnar. Ein slík hevði veitt øllum skúlunum undir kommunum atgongd til tænastunar hjá Sprotanum fyri 30.000 krónur um mánaðin, vísir stjórin á. Borgarstjórin í Klaksvíkar Kommunu sigur, at tey eru sinnað at fáa eina samlaða avtalu fyri kommunurnar, men er undirtøka ikki fyri tí, so fara tey at gera avtalu við Sprotan av sínum eintingum.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr hvat borgarstjórin í Klaksvíkar Kommunu hevur at siga um málið.