Summar kollektión 07
hevur sum tilgongd knúta-tema. Temaði hevur sín uppruna í Føroyskum bindi-siði og er ein afturvendandi táttur í fabuleringini. Av hesum spretta sermerktar og til tíðir humoristiskar loysnir. Hesin teknikkur er vorðin eyðkenni fyri merkið ”Barbara í Gongini” uttanlands.
Vetrar kollektión 06
hevur sum tilgongd flatir í asymitri. Úr temanum verður hugsað snið í kvadratiskum modulum tað vil siga kjólar gjørdir úr kvadratiskum stykkum, og fleiri asymetrisk stykki í einum plaggi. Hetta er á at líta tveydimensionelt í formi.