- Vit eiga at seta eitt árstal á fyri, nær eingin skal roykja longur í Føroyum.
Tað heldur Pál Weihe, formaður í Fólkaheilsuráðnum.
Í øðrum londum verður takið alsamt táttað um roykjarar og summi lond hava enntá sett árstal á fyri, nær ongin skal roykja longur.
Í Nýsælandi hevur stjórnin sett sær sum mál, at har skal ongin roykja í 2025 og í Finlandi hava tey sett sær fyri at í 2040 skal ongin finnlendingur roykja.
Og í USA hevur heilsumálaráðið orðað eina visjón um eitt samfelag, har ongin skal verða sjúkur ella doyggja av tubbakki.
Hetta er eitt rák, sum vindur meiri og meiri upp á seg, og úti í heimi eru vísindafólk og politikarar við til at leggja eina ætlan, tey nevna, End Game, ella Endaspæl, til rættis.
Endamálið við tí er at fáa fólk at halda upp at at roykja.
Hetta er ein 30 ára ætlan og í Danmark verður eisini tosað um at fylgja rákinum.
- Hóast nógvir roykjarar eru so bundnir at tubbakki, at teir ikki megna at halda uppat, hevur páhaldið verið, at royking er eitt privatmál, sigur Charlotta Pisinger, yvirlækni í granskingardeplinum fyri fyribyrging og fólkaheilsu í Danmark við fleiri miðlar nú um dagarnar.
Hon leggur afturat, at tað er ikki ein einasta góð grundgeving fyri at tubbakk yvirhøvur skal vera til.
Hetta er eisini eitt rák, sum formaðurin í fólkaheilsuráðnum í Føroyum tekur undir við.
- Í Fólkaheilsuráðnum hava vit sett okkum sum mál, at ongin, sum er føddur eftir 2000, skal fara at roykja, sigur hann.
Men hann tekur avgjørt eisini undir við, at politiski myndugleikin setir sær eitt greitt mál fyri, nær ongin í Føroyum skal roykja longur.
- Vit skulu hava eina greiða null-hugsjón fyri tubbakk, akkurát sum vit longu hava í ferðsluni, har málið við førda politikkinum er, at ongin skal doyggja ella fáa álvarsligt mein í ferðsluni.
- Men seta vit okkum eina null hugsjón sum mál, krevst tað eisini, at førdi politikkurin hevur tað, sum eitt miðvíst endamál, sigur Pál Weihe.
- Tá ið tað kemur til hassj eru vit at kalla náðileys í okkara hugburði ímóti tí. Men í veruleikanum er ongin orsøk at gera nakran serliga mun á hassji og tubbakki, tí bæði eru skaðilig.