Tjaldur-Stjørnan 20-21 (6-14)
Hondbóltur
Stjørnan hevur ikki havt eina góða seinnu helvt í hesum kappingarárið, eftir at tær í fyrru helvt lógu lið um lið við oddaliðið VÍF. VB hevur nú yvirhálað klaksvíkskvinnurnar í landskappingini, og tí var ein sigur á Tjaldri í Runavík sunnudagin eitt krav, um tær ikki skuldu missa VB úr eygsjón.
Tað gekk eisini sera væl hjá Stjørnuni at byrja við, og tær komu uppá heili 5 mál, áðrenn Tjaldur fekk sítt fyrsta mál. Tær høvdu fullkomiliga tamarhald á dystinum, og tær spældu eisini væl. Tjaldur fekk ikki sítt spæl at hanga saman, og verjan hjá Stjørnuni tyktist vera ov sterk til kvinurnar úr Tjaldri. Í øllum førum megnaðu tær bert at skjóta seks mál allan fyrra hálvleik, meðan Stjørnan fekk 14 mál. Sostatt sá dysturin longu út til at vera avgjørdur, tá liðini fóru til hálvleiks.
Tjaldur kom aftur
Í seinna hálvleiki sóu liðini út til at vera javnari enn í fyrra, tá Stjørnan fullkomiliga hevði stýrt dystinum. Bæði liðini skiftust um at fáa mál, men tað broytti lítið um støðuna, og tað skuldi meiri til hjá kvinnunum úr Tjaldri at koma innaftur í dystin.
Um tær hava hugsað júst hetta, er ilt at vita, men miðskeiðis í fyrra hálvleiki tók Tjaldur yvir í dystinum, og tær sótu fullkomiliga á dystinum. Tá støðan var 19-11 til Stjørnuna, setti Tjaldur gongd á álopsmaskinuna, og áðenn áskoðarar og kvinnurnar hjá Stjørnuni vistu av, skoraði Tjaldur ferð eftir ferð, og sostatt nærkaðust teir meiri og meiri stagneraðu kvinnunum úr Stjørnuni.
Tjaldur kom heilt uppá 18 mál, meðan Stjørnan hevði 19, og knappliga var veruligur spenningur í dystinum í høllini í Runavík . Men Stjørnan fann í síðstu løtu fótafestið aftur, og tær fingu økt um leiðsluna til 20-18. Tjaldur megnaði aftur at minka leiðsluna niður í eitt mál, tá tær skoraðu til 19-20, men Stjørnan noktaði at geva seg, og tær skoraðu aftur, tá bert tríggir minutti vóru eftir. Tjaldurskvinnurnar minkaðu aftur, so munurin millum liðini bert varð eitt mál, men Tjaldur megnaði aldrin at fáa útjavnandi ella vinnandi málið, sum tað ta einu løtuna sá út til at tær kundu fáa.
Ein av leikarunum hjá Stjørnuni, Annika Ljósstein, segði eftir dystin, at tær slakkaðu ov nógv av í seinna hálvleiki, og at tað var tað sum gjørdi, at Tjaldur kom innaftur í dystin. Annika segði, at hóast tær avtalaðu í hálvleikinum at halda á við sama spælið og somu ferð, hildu tær ikki á við góða spælinum, og skyldaðist tað allarhelst sannførandi leiðsluni tær høvdu í hálvleikinum.
Endaliga úrslitið var sostatt 21-20 til Stjørnuna, og tað var um reppið, at tær blakaðu alt fyri borð, eftir ein sera góðan fyrra hálvleik. Meistaraheitið er gloppið teimum av hendi, og hetta skyldast eisini skaðar. Í Runavík høvdu tær bert ein leikara á bonkinum, meðan spælarar sum als ikki vóru til reiðar at spæla vegna sjúku og skaðum noyddust at spæla við. Alt í alt fekk Stjørnan trý týdningarmikil stig inni í Runavík, og tær kappast enn við VB um silvurkrónurnar.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
Tjaldur: Milica Ergic 8(3), Mona Langgard 7, Beinta Hansen 3, Kristine Ellingsgaard 2
Stjørnan: Annika Ljósstein 7(1), Anna K. Samson 5, Una Olsen 3, Adriana Milodanovic 2, Bára Skaale 2, Simona Dziugyte 1, Vesna Radovic 1
Brotskøst: Tjaldur 3, Stjørnan 2
Útvísingar: Tjaldur 1, Stjørnan 4
Dómarar úr Kyndli: Hanus Kúrberg og Hanus Thomassen