Um reppið at Widerøe-flogfar stoytti saman við dronu

- Sjálvandi verður flogskipari skakkur, tá slíkt hendir. Allir flogskiparar vita, at samanstoytur við dronu hevur stórar vandar við sær.

Dronan var einans 60 metrar frá flogfarinum - í 1371 metra hædd. Mynd: Tilvildarlig.

 

 

Tað var um reppið, at eitt Widerøe-flogfar í Noregi stoytti saman við eina dronu mánadagin. Hendingin fór fram, tá flogfarið við 41 fólkum umborð var á veg úr Bodø til Stokmarknes.

 

Tað, sum í fyrstani varð hildið at vera ein fuglur, vísti seg at vera ein drona á flogi.

 

Í sending hjá norska kringvarpinum - NRK - í kvøld greiddu flogskiparin og trygdarsamskiparin hjá Widerøe-felagnum frá hendingini.

 

Ymiskir norskir miðlar hava eisini gjørt burtur úr hendingini.

 

- Sjálvandi verður flogskipari skakkur, tá slíkt hendir, tí allir flogskiparar vita, at samanstoytur við dronu hevur stórar vandar við sær, segði flogskiparin, sum greiddi frá, at umrødda drona var einans 60 metrar frá flogfarinum í 1371 metra hædd.

 

##med2##

 

- Tað er álvarsligt, tá ein drona á slíkan hátt kann seta loftferðsluna í vanda.

 

Tað sigur dagligi leiðarin í áhugafelagnum hjá dronuflúgvarum, UAS Norway, við NRK - og leiðarin kallast Anders Martinsen.

 

In.fo kann leggja aftrat, at hin 3. september í ár byrjar júst norska flogfelagið - Widerøe - at flúgva tvær ferðir um vikuna til Føroya, mánadag og fríggjadag.

 

Í tíðindaskrivi hevur Vága Floghavn boðað frá, at málið hjá norska flogfelagnum við tíðini er at veksa um títtleikan av flogferðum millum Noreg og Føroyar. 

 

Widerøe-flogfelagið hevur rættiliga gott samband til so at siga alt Noregi úr Bergen. 

 

Dronan var einans 60 metrar frá flogfarinum - í 1371 metra hædd. Mynd: Tilvildarlig.

So nær var Widerøe-flogfarið dronuni. Myndina eigur NRK.