- Rognkelsi eru alsamt meira vanlig í føroysku alivinnuni, har tey verða brúkt til at týna lýs á laksinum. Fyri at kenna nyttuvirðið á rognkelsunum á einum alibrúki, verða magakanningar vanliga brúktar.
Fiskaaling vísir á, at ein magakanning tó einans sigur, hvat rognkelsið hevur etið heilt nýliga - og áðrenn sodningin hevur niðurbrotið lýsnar so mikið, at tær ikki longur kunnu eyðmerkjast.
- q-PCR er ein starvsstovumannagongd, sum eitt nú kann brúkast til at staðfesta verur, sum ikki kunnu eyðmerkjast við berum eygum.
Fiskaaling hevur í seinastuni arbeitt við at tillaga hesa mannagongd, soleiðis at hon eisini kann staðfesta laksalús í magum og/ella tarmum á rognkelsum. Harvið gerst tíðarvindeygað, sum ein magakanning umboðar, størri.
Stovnurin vísir á, at tann 28. oktober vórðu 76 rognkelsi savnað inn úr fimm ymiskum ringum á alibrúkinum hjá Luna í Sørvági. Her varð sjálvur magin kannaður fyri lús á staðnum, og tarmarnir vórðu kannaðir á starvsstovu (q-PCR).
- Úrslitið varð, at laksalýs vórðu funnar í seks magum og í 18 tarmum. Tilsamans høvdu 21 rognkelsi laksalýs í maganum og/ella í tarmunum. Trý av rognkelsunum høvdu bert lýs í maganum og ikki í tarmunum.
Lagt verður aftrat, at sambært vanligu magakanninugunum høvdu sostatt umleið 9 prosent av rognkelsunum etið laksalýs, meðan umleið 26 prosent høvdu etið laksalýs sambært q-PCR mannagongdini.
- Samantvinna vit hesar báðar hættirnar, síggja vit, at í meðal høvdu umleið 30 prosent av rognkelsunum etið laksalýs. Stórur munur var á lutfallinum av laksalúsaetandi rognkelsum millum ringarnar, og kannað verður eftir, hví so er.
Fiskaaling vísir á, at q-PCR mannagongdin kann staðfesta, um rognkelsið hevur etið lýs ella ikki, men enn kann einki sigast um í hvørjum nøgdum.
- Tískil mugu vanligar eyðmerkingarmannagongdir framhaldandi brúkast til hetta endamál, sigur stovnurin.