Um sjey ár hava vit okkara egna fongsul í Føroyum

Ætlanin stendur við, vissar danski løgmálaráðharran um. Hann ivast ikki í at fáa undirtøku fyri ætlanini, hóast nakrir politikarar hava funnist at mátanum

Sjúrður Skaale og Mattias Tesfaye

Tá Mette Frederiksen, og aðrir danskir ráðharrar, vóru í Føroyum í juni í ár, lovaðu tey at eitt nýtt fongsul fer at verða bygt í Føroyum. Hetta bleiv straks skotið niður av øðrum donskum politikarum, sum søgdu, at eingin politisk avtala var um hetta, og at pengar heldur ikki vóru settir av.

 

Tí hevur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, spurt løgmálaráðharran, Mattias Tesfaye, um málið, og í farnu viku sendi hann stjórnini eitt bræv, har hann bað um at fáa greiðu á, hvar málið stendur.

 

Sjúrður Skaale sigur í eini fráboðan í morgun, at svarið er nú komið, og har vissar løgmálaráðharrin um, at fongslið verður bygd. Eg leggi dent á, at avgerðin hjá stjórnini um at byggja nýtt fongsul í Føroyum, stendur við, sigur Mattias Tesfaye. Hann sigur, at stjórnin leggur stóran dent á at hava nøktandi fongsulsviðurskifti í Føroyum soleiðis at flest allir føroyskir fangar, kunnu sita allan dómin í Føroyum, í kendum umhvørvi og har familja og vinir eru beint við. Sum er, verða nógvir fangar fluttir til Danmarkar at sita dómin og tað kunnu tey ikki vera bekent, sigur Mattias Tesfaye.

 

Eftir ætlan skal fongslið takast í brúk um sjey ár, í 2029. Hóast stjórnin longu hevur sett pengar av til prosjekteringina, er verkætlanin sjálvsagt treytað av stuðli frá flokkunum á fólkatingi. Men ráðharrin bæði væntar og vónar at alt Fólkatingið tekur undir við ætlanini og tekur ábyrgd av ríkisfelagsskapinum. Honum vitandi eru tað heldur ikki nakar politikari í Danmark, sum hevur sátt iva um, antin brúk er fyri einum nýggjum fongsli í Føroyum, hóast nakrir funnust at mátanum, stjórnin kunnugjørdi ætlanina upp á.

 

Sjúrður Skaale og Mattias Tesfaye