Um stutta tíð er eingin serskúli í landinum

? Fyrisitingin ger av, hvørjir næmingar sleppa inn á skúlan, og næmingatalið er minkað hvørt ár soleiðis, at nú eru bara uml. 25 næmingar á skúlanum. Eisini verður arbeitt við eini heildarætlan har skúladeildin minkar í næstan einki. Verður hendan ætlan veruleiki, er um stutta tíð eingin serskúli í landinum, sigur Rúna Sivertsen m.a. í viðmerkingunum til fyrispurning

Ólavur í Beiti


Rúna Sivertsen hevur í seks spurningum spurt Signar á Brúnni, landsstýrismann um Skúlan á Trøðni. Rúna Sivertsen vil hava at vita frá Signari á Brúnni, hvat fyri undirvísingarstað var Skúlin á Trøðni, og hvørjum lógargrundarlagi var skúlin undir, áðrenn hann gjørdist partur av Sernámsdeplinum? Er Sernámsdepilin ein almennur undirvísingarstovnur undir landinum? Hvat var lógargrundarlagið fyri at leggja Skúlan á Trøðni og Sernámsfrøðiligu Ráðgevingina saman? Hevur skúlin í Sernámsdeplinum skúlastjóra, eins og aðrir skúlar, og hvørjar heimildir hevur hesin? Er nøkur reglugerð samtykt, sum Sernámsdepilin virkar undir? Hví er barnadeildin í sernámsdeplinum niðurløgd sum viðgerðarstovnur, og viðgerðarskyldan flutt undir almannaverkið?


Landsskúla-

stjórin ímóti

Í viðmerkingunum til henda fyrispurning, greiðir Rúna Sivertsen frá, at í 1988 kom Skúlin á Trøðni yvir á føroyskar hendur, og á sumri 1990 gjørdi Føroya landsstýri av, at skúlin skuldi gerast ein almennur skúli innan føroyska fólkaskúlan.

? Hesa avgerð hevur landsskúlastjórin tó ongantíð viljað góðtikið, og fyrisitingin hevur tí arbeitt við síni egnu ætlan fyri skúlan og serundirvísingini í fólkaskúlanum sum heild.

Og víðari sigur Rúna Sivertsen, at á heysti 1997 legði ein bólkur, mannaður við fólki av Landsskúlafyrisitingini, fram eitt upprit, har tey mæla til at seta á stovn ein sernámsdepil. Hesin stovnur skuldi fevna um alla serundirvísing í Føroyum, bæði tað virksemi, sum fór fram á Skúlanum á Trøðni (serskúli, serbarnagarður o. a.) og so ta eygleiðing, kanning og ráðgeving av næmingum í ymsum barnagørðum og skúlum, sum Landskúlafyrisitingin (SNR) skipaði fyri.


Noktað

? Uppriti sigur, at endamálið við sernámsdeplinum er at gera alla skipanina til eina ráðgevingarskipan, t.v.s. at øll børn skulu vera úti á heimliga barnagarðinum ella skúlanum, sum skal hava ábyrgdina av barninum. Sernámsdepilin skal sostatt ikki hava viðgerðarskyldu.

? Hvørki foreldur, starvsfólk á Skúlanum á Trøðni, Javni, MBF, politikarar ella onnur við áhuga í málinum sluppu at siga sína hugsan um uppritið.

? Landsstýrismaðurin í skúlamálum tók undir við uppritinum, og á fíggjarlógini fyri 1998 var øll játtanin til sernámsfrøðiligt virksemi løgd til Sernámsdepilin. Stjóri varð settur, og hesin hevur umframt petagogiska, fyrisitingarliga og fíggjarliga ábyrgd eisini rætt til at flyta pening millum ymisku partarnar av skipanini.


25 næmingar

? Úrslitið av samanleggingini er, sum væntað, at viðgerðarparturin (barnagarður, skúli o.a.) minkar, meðan ráðgevingarparturin veksur. Serbarnagarðurin er longu niðurlagdur, og barnagarðslærararnir eru vorðnir eygleiðarar og ráðgevarar. Lærarar fara frá, og eingin verður settur ístaðin. Einasti lærarin, ið ikki var tænastumaður, er sagdur úr starvi, tí ikki skuldi vera peningur at løna honum við. Men samstundis er sálarfrøðingur settur í starv.

? Fyrisitingin ger av, hvørjir næmingar sleppa inn á skúlan, og næmingatalið er minkað hvørt ár soleiðis, at nú eru bara uml. 25 næmingar á skúlanum. Eisini verður arbeitt við eini heildarætlan har skúladeildin minkar í næstan einki. Verður hendan ætlan veruleiki, er um stutta tíð eingin serskúli í landinum, sigur Rúna Sivertsen at enda í viðmerkingunum til fyrispurningin.