Um talgilda heilsuskipan í føroyska heilsuverkinum

    

Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður
????????????????????????????


Í sambandi við grein í Dimmalætting 17. mars 2004 undir heitinum »Talgild heilsuskipan útsett til næsta ár« og grein á portalinum hjá Dimmalætting undir heitinum »Býráðið tekur málið í egnar hendur« hevur landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum hesar viðmerkingar.
Tað er rætt, at peningur ikki er settur av til keyp av eini tílíkari skipan í 2004, men peningur er settur av til framhaldandi fyrireikingararbeiði. Eisini verður arbeitt við at leggja eina verklagslóg fyri Løgtingið, sum gevur landsstýrismanninum heimild at undirskriva avtalu um keyp av talgildari heilsuskipan.
Verður verklagslógin samtykt í Løgtinginum, er einki til hindurs fyri, at arbeiðið við talgildari heilsuskipan heldur áfram eftir núverandi leisti og tíðarætlan.